Fylg flytingarvindeyganum beinleiðis

Vit fylgja beinleiðis við, nú flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur aftur á midnátt

Í dag er seinasta freist hjá feløgum í Effo-deildini at styrkja sær um hópin. Flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur nevniliga aftur á midnátt.

 

Meðan vindeygað hevur verið opið, hava fleiri feløg styrkt sær um hópin. Tað eru serliga liðini í niðaru hálvuni av deildini, sum hava styrkt sær mest um hópin, men eisini okkurt av oddaliðunum hevur fingið fleiri nýggj andlit inn hetta vindeygað.

 

Tað er ikki væntandi at nakað stórvegis fer at henda afturat áðrenn midnátt.

 

 

 

00:00: So er flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti latið aftur, og talan gjørdist sum væntað um eitt friðarligt kvøld. Á seinasta degnum styrktu nøkur feløg tó um hópin. B68 skrivaði sáttmála við verjuleikaran Oddur Højgaard, AB flutti spæliloyvið heim hjá Andrasi Brixen og Beinir Ellefsen, meðan ÍF fekk tveir nýggjar leikarar í Inga Sørensen og Hera Nesá.

Í vikuskiftissosialinum verður meira at lesa um flytingarvindeygað í Effo-deildini hesa ferð, har vit taka samanum.

 

 

23:35: Eisini TB er liðugt at styrkja um hópin á hesum sinni. Á seinasta degnum eydnaðist tað TB at fáa nýggjan málverja, tá felagið heintaði danska Casper Radza afturat hópinun. TB hevur tískil fingið nógvan styrk í summar. Tríggir leikarar eru komnir úr HB, meðan tríggir aðrir leikarar, sum dagliga lesa uttanlands, koma at spæla við TB tað sum eftir er av kappingini.

Sigfríður Clementsen, TB venjari, sigur at hópurin hjá TB nú so gott sum er komin uppá pláss til í seinnu hálvu.

- Viðvíkjandi tilgongd er alt komið uppá pláss í hópinum. Einasta ivamálið er, um íslendski verjuleikarin, Árni Ørvarsson, kemur aftur at spæla, men tað vita vit ikki enn, sigur TB venjarin í viðmerking við in.fo.

 

 

23:05: Skála er eisini liðugt at styrkja seg áðrenn flytingarvindeygað letur aftur. Felagið hevur fingið tilgongd av tveimum leikarum hetta vindeygað. Svenski Rasmus Andersson kemur at spæla við, umframt at felagið hevur leiga EB/Streyma liðskiparan, Rógva Egilstoft Nielsen, restina av kappingini.

Kaysten Rasmussen, formaður í Skála, sigur í viðmerking við in.fo, at hetta var tað fyri hesuferð.

- Vit eru lidnir á hesum sinni. Tað kemur hvørki meira tilgongd ella nøkur frágongd, nú áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

 

 

22:50: ÍF fær nakað av styrki á hesum sinni áðrenn flytingarvindeygað letur aftur. Tað hevur verið alment í eina tíð, at ÍF fer at leiga U-21 landliðsmálverjan, Elias Rasmussen, frá Víkingi, men hann verður ikki tað einasta nýggja andlitið í Fuglafirði. Jákup Mikkelsen, annar av ÍF venjarunum, váttar nevniliga fyri in.fo, at tveir aðrir leikarar eisini koma at styrkja um hópin í seinnu hálvu.

- Vit hava undirskrivað sáttmála við Inga Sørensen, sum áður hevur spælt við Víkingi, og so venur Heri Nesá eisini við okkum. Tað er ein møguleiki fyri at hann fer at spæla við í seinnu hálvu eisini.

ÍF hevur fyrr í summar mist tveir leikarar. Teir eru danski málverjin Oliver Korch og Bogi Reinert Petersen, sum báðir eru fluttir til Danmarkar.

 

 

22:45: B68 er eisini liðugt at styrkja seg á hesum sinni. Nýggi høvuðsvenjarin í B68, Oddur Olsen, sigur í viðmerking við in.fo, at verjuleikarin Oddur Højgaard kemur til felagið frá danska felagnum B1908, meðan bosniski áleyparin, Damir Ibric Yuksel, eisini kemur at vera partur av hópinum í seinnu hálvu.

 

 

22:30: Í HB hendir einki afturat áðrenn midnátt. Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur í stuttari viðmerking við in.fo, at eingin nýggjur leikari kemur til HB á hesum sinni.

HB hevur hetta vindeygað sagt farvæl við Símin Hansen sum er farin til AB, umframt at tríggir HB leikarar eru farnir at spæla við TB. Teir eru Poul Ingason, Heri Mohr og Jákup Pauli Breckmann.

 

 

22:10: Afturat teimum fyrru flytingunum, hevur AB gjørt tvær aðrar flytingar. Men talan er í báðum førum um leikarar sum lesa uttanlands, og sum einans vera tøkir fram til september mánað. Trygvi Mortensen, høvuðsvenjari í AB, váttar fyri in.fo at fyrrverandi AB leikararnir, Andras Brixen og Beinir Ellefsen koma at vera partur av hópinum hjá AB fram til september mánað. AB hevur frammanundan fingið styrk av Jobini Drangastein, Símuni Hansen, Dion Splidt og Rógva Poulsen. Talan verður sostatt um ein munandi breiðari hóp á Argjum í mun til í fyrru hálvu.

 

 

21:55: Heldur eingin broyting verður í Víkingi áðrenn midnátt. Tað sigur Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari í Víkingi. Felagið hevur fingið styrk av tveimum leikarum hetta flytingarvindeygað. Finnur Justinussen er komin til aftur úr Fremad Amager, meðan Sorin Anghel kemur at vera fastur partur av leikarahópinum, tað sum eftir er av seinnu hálvu, og harvið leikandi hjálparvenjari.

Felagið hevur eisini mist nakað av leikarum til seinnu hálvu. Profilurin á høgra bakki, Bárður Hansen er farin til Danmarkar at spæla við Fremad Amager, meðan Jobin Drangastein er farin til AB, og Elias Rasmussen er farin til ÍF. 

 

 

21:35: Heldur ikki oddaliðið úr KÍ fer at styrkja seg í hesum flytingarvindeyganum. Jóhann Lutzen, ítróttarstjóri í KÍ, sigur at einki kemur at henda í kvøld áðrenn midnátt.

- Vit hava sjálvandi viðgjørt møguleikan um at styrkja um hópin, men vit trúgva fult og fast uppá tann hópin sum vit hava í løtuni, so hann kemur at vera intaktur tað sum eftir er av kappingarárinum.

 

 

21:20: B36 er eisini liðugt við at styrkja sær um hópin á hesum sinni. Meðan flytingarvindeygað hevur verið opið, hevur felagið fingið tilgongd av profilunum frá liðnum í fjør, Odmari Færø og Eli F. Nielsen, meðan Høgni Madsen er farin úr felagnum til NSÍ. Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari í B36, sigur við in.fo at eingin nýggjur leikari kemur í hópin afturat á hesum sinni.

 

 

21:00: Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, sigur at felagið fer ikki at styrkja seg meira áðrenn midnátt.

-       Hópurin hjá okkum er komin uppá pláss, og hatta var tað fyri hesu ferð, sigur Sonni L. Petersen í stuttari viðmerking við in.fo.

Samanlagt tríggir nýggir leikarar eru knýttir afturat hópinum hjá NSÍ hetta flytingarvindeygað. Teir eru Høgni Madsen, Betuel Hansen og danski Tobias Wittus Olesen, sum skrivaði undir sáttmála við NSÍ í dag.

 

 

20:47: Fleiri flytingar hava í dag verið gjørdar. TB hevur millum annað fingið ein nýggjan danskan málverja í danska Casper Radza, meðan NSÍ hevur fingið ein nýggjan danskan høgra bakk frá Silkeborg. Eisini B68 hevur styrkt sær um hópin í dag, tá fyrrverandi B68 verjuleikarin, Oddur Højgaaard, nú kemur at spæla við, tað sum eftir er av seinnu hálvu. 

 

 

Sambært Norðlýsinum hava feløgini í Effo-deildini styrkt seg soleiðis, nú meðan flytingarvindeygað hevur verið opið:

 

Inn: (eingin)

Út: (eingin)

 

Víkingur

Inn: Finnur Justinussen

Út: Bárður Hansen, Jobin Drangastein, Elias Rasmussen

 

NSÍ

Inn: Høgni Madsen, Betuel Hansen og Tobias Wittus Olesen

Út: Jóhan Jacobsen

 

B36

Inn: Odmar Færø og Eli F. Nielsen

Út: Høgni Madsen

 

HB

Inn: (eingin)

Út: Heri Mohr, Símin Hansen og Poul Ingason

 

ÍF

Inn: Elias Rasmussen, Ingi Sørensen og Heri Nesá

Út: Oliver Korch og Bogi R. Petersen

 

Skála

Inn: Rasmus Andersson og Rógvi Egilstoft Nielsen

Út: (eingin)

 

TB

Inn: Jákup Pauli Breckmann, Heri Mohr, Heine Mortensen, Hanus Mortensen, Aron Sørensen, Poul Ingason og Casper Radza

Út: Hervé Din Din, Joslain Mayebi

 

AB

Inn: Símin Hansen, Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen, Dion Splidt, Andras Brixen og Beinir Ellefsen

Út: (eingin)

 

B68

Inn: Oddur Á. Højgaard og Damir Ibric Yuksel

Út: André Olsen, Fríði Sigurðsson, Hákun Edmundsson, Ivan Joensen