Fríggjadagin var aðalfundurin hjá Meginfelag Búnaðarmanna, MBM. Broytingar vórðu gjørdar í nevndini umframt, at virðislønirnar fyri fyrimyndarliga mjólkaframleiðslu, og best røktaða fjós, vórðu latnar
Tey løgdu fyri við at lata grannskoðaranum, Jógvani Amonson, eina gávu, nú hann fer frá fyri aldur. Thorvald Lützen hevur verið nevndarformaður í MBM síðani 2015, og stillaði ikki upp aftur í ár. Ein nýggjur nevndarlimur skuldi nú finnast og valið fall á Ólav Andreasen.
Nýggja nevndin hevur skipað seg av soleiðis:
- Sigert Paturson, nevndarformaður.
- Eynar Martin Kjærbo
- Janus Joensen
- Niels J. Absalonsen
- Ólavur Andreasen
Tey lótu eisini virðislønfyri fyrimyndarliga mjólkaframleiðari.
3. Virðisløn fekk Varmakelda og Janus Joensen tók ímóti heiðurslønini.
2. Virðisløn fekk Sólgarður og Eyðun Wang tók ímóti heiðurslønini.
1. Virðisløn fekk Fjósið á Viðareiði og tað var Rói M. Absalonsen, sum tók ímóti heiðurslønini.
Best røktaða fjós í fjør var eisini Fjósið á Viðareiði, sum eisini fekk heiðursbræv og tað var Niels Absalonsen, sum tók ímóti tí heiðursbrævinum.
Tað var virkisleiðarin á MBM, Tony Weyhe, sum handaði virðislønirnar, tað er hann, sum er høgrumegin á myndunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##mynd5##