Í minsta lag fýra fólk eru dripin í aðru skúlaskjóting, sum hevur verið í Turkalandi í tveir dagar.
Hetta vita turkiskir miðlar at siga, og tað er eitt nú sjónvarpsrásin, NTV, sum ber hesi tíðindi.
Sjónvarpsrásin hevur skift orð við guvernørin í Kahramanmaraş-regiónini, Mükerrem Ünlüer, um hendingarnar.
Hann sigur, at ein av teimum dripnu í skúlaskjótingini er ein lærari, og hin trý eru næmingar.
Guvernørurin sigur, at í minsta lagi 20 onnur eru særd í álopinum, harav støðan hjá fýra er álvarslig.
Skúlaskjótingin fór fram á einum ungdómsskúla har suðuri í landinum, veit tíðindastovan, Anadolu, at siga.
- Ein næmingur kom á skúlan við einum ryggsekki, og helst vóru tað vápn hjá pápa hansara, sum hann hevði í ryggsekkinum.
Guvernørurin sigur, at næmingurin fór inn í tvey flokshøli og byjaði at skjóta tilvildarliga.
- Hann særdi og drap tilvildarlig fólk, sigur guvernørurin sambært AFP-tíðindastovuni.
Sambært løgregluni í Turkalandi, sum hevur verið partur av málinum, skeyt næmingurin seg at enda sjálvur.
Sagt verður, at skúlaskjótingin í dag fór fram umleið 150 kilometrar frá einum øðrum skúla í Turkalandi, har skúlaskjóting eisini var í gjár.
- Vit vita ikki, hvat motivið aftanfyri brotsgerðina er, men hendingarnar verða kannaðar, skrivar turkiski løgmálaráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.
Skúlaskjótingin í dag er ikki hin einasta, sum hevur skakað Turkaland seinastu tveir dagarnar, har skúlaskjótng annars ikki hevur verið vanlig.











