Í dag eru tær seks í tali, sum ganga í bindiklubb saman, f.v.: Rannvá í Soylu, Sólfríð Lognberg, Jacoba Løkjá, Karin í Soylu, Eyðbjørg Johannesen og Henrietta Petersen. Mynd: Bjarki Henriksen.

Fýra hava gingið í sama bindiklubba í hálva øld

- Tá maður mín doyði, og sorgin var stór, føldi eg, at eg kundi ikki møta í bindiklubba og hava tað stuttligt og flenna saman við hinum.

 

Í dag eru tær seks í tali, sum ganga í bindiklubb saman, f.v.: Rannvá í Soylu, Sólfríð Lognberg, Jacoba Løkjá, Karin í Soylu, Eyðbjørg Johannesen og Henrietta Petersen. Mynd: Bjarki Henriksen.

Hugurin at hittast er framvegis góður, og tær síggja vónríkar fram til bindiklubbakvøldini.

 

Í sínari tíð vóru menninir burtur, og fleiri av kvinnunum høvdu smábørn. Men, har vilji er, ber næstan alt til. Tað var altíð ein útvegur, og tað var eisini onkur av bindiklubbakvinnunum, sum leyp til hús onkra løtu at geva bróst – og so aftur í bindiklubb. 

 

Tað var á heysti í 1973, at ein bindiklubbur dagsins ljós á Sandi. Tað vóru ungar avbygdarkvinnur, sum høvdu funnið sær ta betru helvtina – sum tær sjálvar siga tað – á Sandi, og nú høvdu tær hug at savnast. At allar vóru tilflytarar á Sandi, var av berari tilvild. 

Fýra av teimum, sum byrjaðu at hittast, binda og práta aftur við góðum drekkamunni og køkum, eru framvegis við. Í øll hesi ár hava tær verið saman í tí felagsskapi, sum ein góður bindiklubbur er. 

Fyri tær hevur hetta verið ein góður og gevandi felagsskapur, har tær eisini hava stuðlað hvørji aðrari – í viðgongd og mótgongd. Hesi árini eru tríggjar av bindiklubbakvinnunum farnar í Harrans hendur.

 

Onkrar eru komnar aftrat, og onkur er givin av náttúrligum ávum, tí familjan flutti úr oynni. Í hesum tíðarskeiði er nógv hent í lívinum hjá teimum flestu og soleiðis er eisini hjá teimum, sum í sínari tíð gjørdu av at hittast á Sandi. 

Síðan bindiklubburin sá dagsins ljós, hava tvær av teimum, sum framvegis eru við í dag, mist mannin. Onkur av kvinnunum hevur havt sjúkan mann, og onkur hevur sjálv drigist við sjúku. 

Tá kreppur raktu í lívinum – antin tað vóru deyðsføll ella sjúka – hevur steðgur verið í hjá nøkrum av kvinnunum, og tær møttu ikki til bindiklubbakvøldini í eina tíð eftir hetta. Men tær, sum eftir vóru, sleptu ongantíð teimum, sum vóru raktar, men eggjaðu teimum til at koma við aftur. 

Tá sorg og saknur aftur var vorðin ein meira náttúrligur partur av lívinum og gerandisdegnum, komu tær eisini við aftur í felagsskapin.  

Ein av kvinnunum, sum er við, gjørdist sjúk og lamin fyri nøkrum árum síðan, men hon klárar seg væl í dag. Hjá henni var eisini ein steðgur, men hon er komin við aftur. 

Onnur av teimum, sum misti mannin fyri nøkrum árum síðan, greiðir soleiðis frá:  

- Tá maður mín doyði, og sorgin var stór, føldi eg, at eg kundi ikki møta í bindiklubba og hava tað stuttligt og flenna saman við hinum. Hon føldi, at hetta hóskaði ikki til broytta gerandisdagin, og hon fekk mest sum ringa samvitsku við tankan.  

Nøkulunda somu kenslu hevði eisini hin kvinnan, sum misti mannin, men báðar eru tær sera fegnar um, at tær komu við aftur í felagsskapin. 

Tað tók eisini kvinnuni, sum gjørdist sjúk og lamin, sína tíð at venda aftur til bindiklubban, men tá tíðin leið, og tað gekk betri hjá henni at koma sær fram, var hon eisini við aftur. 

- Eg hevði mest sum mist vónina um felagsskapin, tá eg gjørdist sjúk, men seinni sá eg, at eg saktans kundi vera við, og tað eri eg sera fegin um, sigur hon. Allar, sum eru við í dag – og eisini tær, sum settust aftur í eina tíð, eftir at lívið broyttist, siga, hvussu ótrúliga gott tað var at koma útaftur.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er ein størri grein við bindiklubbakvinnunum á Sandi, sum byrjaðu at hittast fyri meira enn hálvari øld síðan, og við í blaðnum eru eisini aðrar myndir.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Í dag eru tær seks í tali, sum ganga í bindiklubb saman, f.v.: Rannvá í Soylu, Sólfríð Lognberg, Jacoba Løkjá, Karin í Soylu, Eyðbjørg Johannesen og Henrietta Petersen. Mynd: Bjarki Henriksen.

Sólfríð Lognberg (t.v.) er hin nýggjasta í bindiklubbanum. Hon er sløk 20 ár yngri enn hin elsta.