Fýra stórir Mikines fara á uppboð

Fýra oljumálningar eftir Mikines verða seldir á uppboðssølu í Danmark

Danska uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett fýra stórar Mikines-málningar til sølu.

 

Størsti málningurin (myndin) er útsýni við havi og fjøllum, og støddi er 94 ferðir 127 sentimetrar til støddar. Hann er mettur at vera verdur millum 125.000 og 150.000 krónur.

 

Ein grindadrápsmálningur er mettur at vera verdur millum 80.000 og 100.000 krónur, og hinir báðir málningarnir eru mettir til umleið 50.000 krónur hvør.

 

Málningarnir verða seldir á uppboði tann 8. juni.

 

Málningar eftir Mikines verða javnir seldir á uppboðssølum bæði í Føroyum og í Danmark, og javnan fara málningarnir fyri meira, enn metingin hjá uppboðssøluhúsunum sigur.