Týski heimsmeistarin, Oliver Zeidler, var aftur í dag suverenur og vann sannførandi við góðum sjey sekundum á miðvinginum. Sverri Sandberg Nielsen var næstur á mál við tíðini 6:50.09. Sverri var eina bátslongd frammanfyri Tomas Mackintosh úr Nýsælandi, ið vann bronsuna við tíðini 06:51.63.
Hetta var triðja og seinasta World Cup stevnan í ár. Sverri skal aftur umboða landsliðið í septembur til HM í Beograd, Serbia. Tá er OL luttøka á skránni. Um Sverri Sandberg Nielsen endar millum 9 teir fremstu einskullarunum, tryggjar hann sær pláss til olympisku leikirnar.
Trýst á leinkjuna fyri at síggja Sverra vinna silvur:
##med2##