Endamálið við fyrilestrinum er; at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.
Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í Missiónshúsinum í Skálavík tann 14. februar kl. 19.00.
Kaffi og køkur verður at fáa.
Viðgerðarstovnurin Frælsi