Ein av stóru fyrimyndunum hjá formanni Folkafloksins á Tingi er Singapore. Singapore verður drigið fram í Dagblaðnum su-m eitt mynstursamfelag. Tað kann væl verða, at tað er eitt mynstursamfelag, men mynstrið er heldur flekkut.
Tað er rætt, at Singapore hevur eina bruttotjóðarúrtøku pr høvd, sum næstan ? bara næstan - er líka høg sum í Danmark. Tað er eisini rætt, at arbeiðsloysið og rentan er lág í Singapore.
Eitt er rentan, eitt annað er mentan. Tan mentanin, sum liggur til grund fyri samfelagnum Singapore er radikalt øðrvísi frá okkara. Singapore hevði sama forsætismálaráðharra frá 1960 til 1990, ið, sum Dagblaðið so pent segði tað, stýrdi samfelagnum við harðari hond. Sonur hendan forsætismálaráðharran Hsien Loong Lee segði í 1984, at politikkur í Singapore er ikki nakað, man sjálvboðin fer uppí, man verður bjóðaður at koma uppí. Demokratisku traditiónirnar eru sostatt ikki heilt tær somu sum okkara. Mannarættindi er eisini nakað, sum man sær eitt sindur øðrvísi uppá í Singapore. So seint sum í 1994 mótmælti USA móti brotum á mannarættindum í Singapore, tá ein amerikanskur lesandi varð ídømdur 6 stokkasløg fyri at hava málað á ein bil.
Kanska er omanfyristandandi júst tað, ið tiltalar ÓB. Tað er í hvussu so er alla æru vert, at hann fortelur Føroya fólki hvørjar samfelagsfyrimyndir, hann hevur. Ikki tí, Fólkaflokkurin kann eisini læra eitt sindur av Singapore. M.a, at man noyðist at hava ein Landsbanka, og at rentuspekulatión ikki er gagnligt fyri eitt samfelag.
Lýsingin av Singapore í Dagblaðnum hesa vikuna var í so pen. Har var m.a. sagt, at eitt nú heilsurøkt var á líka høgum støði, sum í Norðanlondum. Hettar er ikki heilt rætt. Einki Europeiskt land letur sambært The Economist minni enn 4% av brutttjóðarúrtøkuni til heilsuverk. Singapore letur einans 3,6%. Hettar setur Singapore á eitt heldur ivasamt støði saman við Haiti og Sierra Leone. Niðanfyri Trinidad & Tobago, Uganda, Kina og Egyptaland. Gaman í, tað ber til at hava eitt privat heilsuverk, men spurningurin er bert, um vit í Føroyum ynskja eitt samfelag, har ein arbeiðsmaður stendur till at missa hús og heim, fyri at fáa ráð til eitt nú hjartaskurð ella viðgerð móti krabbasjúku.
ST hevur hevur gjørt eitt indekstal, ið metir um lívsgóðskuna í einum samfelagi. Hettar indekstalið er samansett av 3 faktorum: bruttotjóðarúrtøku pr íbúgva, partur av fólki, ið duga at lesa og skriva og síðst men ikki minst mettan livialdur. Øll Norðurlond høvdu eitt hægri lívsgóðskutal enn Singapore, ið liggur beint undir Barbados og Cypern.
Singapore er óivað í tí frægara endanum av londum, um sammett verður við fjareystur, men Norðurlond eru nú einaferð frammanfyri. Tíverri kundi man freistast at sagt við ÓB, ið hevur ringt við at viðganga, at Norðurlendskur blandingsbúskapur nú einaferð hevur givið tey bestu úrslitini.