Fyrisitingin gloymir at grundgeva

Í staðin fyri at hoyra og grundgeva, so verður alt ov ofta krógvað. Tað er eitt sjúkutekin við okkara fyrisiting, sum í 20 ár hevur havt lógarskyldu at grundgeva fyri øllum, ið verður gjørt. Tað sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði og rithøvundur til bók um fyrisitingarlógina

-Samstarvstrupulleikar er ein saklig orsøk til at siga fólki úr starvi. Men grundgevingarnar mugu vera í lagi. Tað sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, sum í sínum dagliga starvi á Fróðskaparsetrinum undirvísir í, hvussu føroyska fyrisitingarlógin skal tulkast og brúkast.
Aktuella málið um nú fyrrverandi stjóran á ALS er eitt klassiskt dømi um, hvussu fyrisitingarlógin ikki skal brúkast, heldur Kári á Rógvi.
-Man klárar ikki at seta orð á, hvat avgerðin er bygd á. Í staðin verður lagt út eitt roykslør, ið einki atlit tekur til kravið hjá almenninginum um at fáa innlit í avgerðirnar og hvussu tær verða tiknar. Til ber ikki bert at siga, at “vit hava gjørt eina meting,” fyrisitingarlig meting skal byggja á saklig atlit, sum skulu kunna nevnast og síggjast aftur í staðfestum ítøkiligum umstøðum. Meting er ikki nakað, sum tú kennir á tær, meting kemur fram við “millumrokningum,” sum juristar kalla saklig atlir.
Kári á Rógvi sipar til grundleggjandi útgangsstøði undir okkara fyrisiting, nevniliga bæði at einstaklingurin í málinum skal fáa rætta viðferð og almenningurin skal fáa innlit í alt, sum fyriferst.
-Er eitt stýri ónøgt við sín almenna stjóra, eitt nú av samstarvstrupulleikum, so er kravið at hoyra partarnar og grundgeva fyri avgerðini, um stjórin skal sigast úr starvi. Tað nyttar einki at krógva veruleikan og í staðin royna at uppfinna ein nýggjan og oftast penari veruleika, sigur Kári á Rógvi og heldur fram:
-Vit síggja ofta, at almennir arbeiðsgevarar villast í slíkum støðum. Í ALS-málinum var fyrst ein støða, og síðani var støðan ein heilt onnur. Eftir stendur almenningurin spyrjandi um, hvat nú vendir upp og niður í málinum.

Meting krevur grundgeving
Tað fellur Kára á Rógvi fyri bróstið, ferð eftir ferð at hoyra fólk við ábyrgd av almennum stovnum tosa um, at ”vit hava gjørt eina meting.”
-Og so steðgar argumentatiónin har. Einki meira kemur á borðið. Síðstu 20 árini hava vit havt eina lógarásetta skyldu at grundgeva, hví metingin nú bleiv henda ella handa, sigur Kári á Rógvi og sipar til fyrisitingarlógina frá 1993.
-Vit duga eftir øllum at døma ikki at seta orð á, hvat avgerðirnar byggja á. Tað er eitt eyðkenni fyri eina fyrisiting, sum ikki hevur fingið fyrisitingarlógina og innlitslógina inn í blóðið. Tvær lógir, ið eru natúrligir grundarsteinar undir allari fyrisitingini.

Brúka ikki amboðini
Í aktuella málinum um nú fyrrverandi stjóran á ALS er komið undan kavi, at ALS-stýrið valdi at gera semju, fráfaringaravtalu, við Ernst Jacobsen fyri at sleppa undan eini slítandi uppsagnartilgongd.
-Hetta er í sjálvum sær í lagi. Hægstirættur hevur góðkent, at slíkar avtalur verða gjørdar, um staðfest er, at partarnir ikki kunnu samstarva, men annars at viðkomandi ikki hevur gjørt nakað revsivert ella so grundleggjandi galið, at viðkomandi skal agarevsast. Tá ið hetta bara ikki er tann rætti stjórin longur, so er sakligt at velja avtalaða fráferð heldur enn at fara undir formliga uppsøgn, har viðkomandi kortini ongan kjans hevur, tí hann kann ikki undir partshoyringini sannføra nevndina um, at samstarvi kann fáast at rigga aftur, sigur Kári á Rógvi og heldur fram:
-Men slík avtala má ikki goymast við orðingum um, at “alt er í lagi” og so aftaná føra til eitt reint karaktermorð, har sagt verður at “hann er óálítandi og óbrúkiligur .”
Kári á Rógvi leggur dent á, at ein slík avtala skal grundgevast sum er.
-Fortel tá almenninginum, at viðkomandi er dugnaligur og hevur fakligar førleikar, men vit kunnu ikki saman, tí fara vit hvør til sítt undir eini skipaðari tilgongd, har vit sum frægast skipa yvirgongdina frá einum stjóra til annan.
Kári á Rógvi ger samanberingina við ítrótt:
-Har duga tey at siga, hesin venjarin er dugir fótbólt, men er ikki longur tann rætti fyri okkum í Hulduvík, tí finna vit okkum nú ein annan. Tann frákoyrdi kann so vísa seg at vera tann rætti hjá einum øðrum liði.
Setanarsáttmálin hjá Ernst Jacobsen vísir til ásetingarnar í lógini um starvsmenn, skuldi talan verið um uppsøgn. Tann lógin tryggjar fólki uppsagnartíð úr trimum upp í seks mánaðir, alt eftir hvussu leingi tey hava verið í starvi. Í sama setanarsáttmála er harafturat ein áseting um gerðarætt, ið skal brúkast í samband við ósemjur millum stjóra og arbeiðsgevaran, sum er ALS-stýrið. Har stendur at ”allar ósemjur partanna millum í sambandi við starvsviðurskiftini eftir hesum sáttmála skulu fyrst og fremst loysast við samráðingum. Kunnu partarnir ikki semjast, verður ósemjan avgjørd av gerðarrætti.”
Her eru sostatt fleiri amboð at nýta í samband við eina møguliga ósemju partanna millum. Kortini endaði málið sum kunnugt øðrvísi.
-Mannagongdir eru har fyri at verða brúktar. Ofta síggja vit tó sonevnda “procesfordrejning,” at man sleppur sær undan mannagongdum, man hveppist við at brúka røttu amboðini, sigur Kári á Rógvi og vísir enn einaferð á, at uppsagnartilgongdin er til fyri at fáa grundgevingarnar uppá pláss.
Er ivi um uppsagnartíð og treytir, so er at siga sum er – samstarvið endar og vit taka eina sak um sømdirnar og so gjalda vit tað, sum sorinskrivarin saman við tveimum øðrum fakfólkum koma til eftir at hava hoyrt báðar partar í málinum.
Kári á Rógvi vísir á sera óhepnar avleiðingar, ið standast av at snúgva sær undan føstu mannagongdunum.
-Fyrst fekk almenningurin at vita, at stjórin sjálvur valdi at fara. Síðani fekk almenningurin at vita, at samstarvstrupulleikar vóru orsøkin og at ALS-stýrið hevði mist álitið á hann. Men grundgevingarnar eru ongantíð lýstar, og eftir hongur ein gruggut mynd av einum nú fyrrverandi stjóra, sum fekk ein posa av pengum við sær úr stjórastólinum. Harvið er endin tann ringast hugsandi fyri báðar partar. Fyri stovnin, sum møguliga hevur goldið ov nógv. Men eisini fyri stjóran, tí stjórar og aðrir topembætismenn liva av sínum góða navni og umdømi. At fáa nakrar mánaðarlønir meira er ikki tað vert fyri at missa umdømið. Hevur stjórin ikki gjørt nakað, sum ger at hann skal burturvísast ella á annan hátt revsast, so hevur hann krav uppá virðiliga at verða uppsagdur.
-Hvussu long uppsagnartíðin skal vera, hvørt hann skal frítstillast, hvør hoyring er neyðug, eru alt viðurskifti, sum krevja nærri innlit at meta um. Men tú kanst ikki gera bæði. Ikki bæði siga, hann fer og vit koyra hann. Bæði siga, hann var fínur og hann nyttar onki. Grundgevingin skal vera saklig, verulig, grundað á lóg, atlit og umstøður, sum skulu lýsast rætt í grundgevingini bæði yvirfyri viðkomandi og okkum øðrum, sigur Kári á Rógvi.
Eftir hansara tykki er aktuella málið enn eitt dømi um, at almenningurin fær eina rekonstrueraða søgu. Ein sannleika, ið so við og við verður lagaður til umstøðurnar.
-Tað er lætt at ímynda sær, at maðurin altíð kemur at líða undir hesum, hann verður stemplaður sum maðurin, sum fekk eina rúgvu av pengum við sær úr ALS. Men her hevur eingin instansur lýst og mett um málið, soleiðis at vit aftaná kunnu siga, at soleiðis hekk hatta málið saman. Ístaðin verða gitingarnar hangandi í luftini, og skipanin líðir undir hesum, sigur Kári á Rógvi.

Dømi eftir dømi
Men ALS-málið er bara eitt av fleiri málum um almennar stjórar, ið verða koyrdir frá á henda hátt, uttan neyvar grundgevingar, men við eini fráfaringarløn.
-Vit hava dømi eftir dømi um almennar stjórar, ið verða koyrdir frá uttan at almenningurin fær innlit í grundgevingarnar fyri avgerðini, sigur Kári á Rógvi og nevnir sjúkrahússtjóran og stjóran á Landsverki sum dømi.
-Í báðum førum var tað tí at ein landsstýrismaður segði seg hava mist álitið á stjóran, og síðani hendi sum so ikki meira. Almenningurin hevur rætt til at vita neyvt, hví ein almennur stjóri ikki longur skal vera stjóri, og hvat tað hevur við sær, til dømis hvørjar skyldur liggja á almennum stjórum í samband við at halda játtan.
Kári á Rógvi vísir á, at álit sum grundgeving er eisini sera subjektivt. Betri er sum oftast at staðfesta ítøkilig brot á skyldur ella ítøkiliga orsøk til, at samstarvið ikki riggar. Sakligt er ikki at leingja uppsagnartíðina fyri at sleppa undan at siga sum er ella at sleppa undan mannagongdum.
Í kjalarvørrinum á ALS-málinum spyr Kári á Rógvi, hvat tað almenna ætlar at gera fyri at fáa fyrisitingina at fylgja grundtankanum í fyrisitingarlógini um at allar avgerðir skulu grundgevast.
-Vit mugu duga formliga fyrisiting. Annars koma vit framhaldandi at síggja dømi eftir dømi um avgerðir, ið verða tiknar, men har grundgevingarnar eru krógvaðar í roykslørum av ymsum slag, sigur Kári á Rógvi.



FAKTA:

Fyrisitingarlógin, løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993
§ 23. Ein grundgeving fyri eini avgerð, skal hava eina tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á. Í tann mun, avgerðin eftir hesum reglum hvílir á eini fyrisitingarligari meting, skal grundgevingin eisini tilskila tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini. ?
Stk. 2. Grundgevingin skal eisini um neyðugt hava eina stutta frágreiðing viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, sum hava havt stóran týdning fyri avgerðina.
?Stk. 3. Grundgevingin kann verða avmarkað í tann mun áhugi partanna í at kunna nýta kunnleika til hesa til røkjan av sínum tørvi má metast at eiga at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri honum sjálvum ella øðrum privatum ella almennum áhugamálum, jbr § 15.

Í aktuella málinum um ALS skuldi grundgevingin víst á rættarreglur, høvuðsatlit og umstøður, sum tilsamans gjørdu, at samstarvið mátti enda og til hvorjar treytir.