Tíðindaskriv
Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðfrú og mentamálaráðfrú í Íslandi vitjar í Føroyum í vikuskiftinum 12. og 13. september. Afturat sær hevur hon formannin í íslendska Norrøna felagnum og ADHD-felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvan Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur í Íslandi sum ”føroyingurin í Reykjavík”.
Norrøna felagið skipar fyri einum tiltaki í hesum sambandi, har tey trý í gaman og álvara fara at greiða frá og undirhalda okkum um Ísland, og um íslendingin sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar, tey ungu og eldru hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit fara at hoyra um íslendska mentan og list, og um politikk og búskap. Og ikki minst um, hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.
Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 16:45. Tiltakið er alment og meldað verður til á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum, “norden.fo”.