Dómur er í dag fallin í málinum ímóti teimum báðum útlendingunum, sum 1. mai vórðu handtiknir og skuldsettir fyri at hava sligið og sparkað ein klaksvíking.
Annar maðurin varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og skal sita í Føroyum beinanvegin. Haraftrat skal hann gjalda sakarmálsúteiðslurnar.
Hann tók við dóminum.
Hin maðurin varð frídømdur, men beint eftir boðaði ákærin frá, at maðurin í somu løtu varð handtikin, tí hann hevði ikki loyvi til at ganga leysur, við tað at hann einki visum hevði.
Tann maðurin skal ikki gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Ákæruvaldið fer at nú at taka støðu til um frídømingin skal kærast, og um málið skal leggjast fyri danska útlendingastýrið.
Samstundis setir politiið seg í samband við umboðsmannin hjá skipinum, maðurin var við.
Verður maðurin latin leysur, skal umboðsmaðurin finna honum innivist, til hann sleppur av landinum, møguliga við einum øðrum skipi.
Passini hevur politiið í varðveitslu.