– Fólk hava regluliga fregnast um gongdina, og afturvendandi boðini hava verið, at tey gleða seg til at sleppa at bíleggja ”oyna OY”.
– Fólkið hevur sostatt talað, og hava vit tí valt, at hendan fyrsta ølin sjálvandi bara skal eita OYN OY. Navnið sipar harvið bæði til eina øl og eina oyggj, og kann bert tíðin vísa, hvussu tað fer at ganga, tá fólk brádliga skulu bíleggja tvær av slagnum.
Soleiðis skrivar nýggja bryggjaríið Oy, nú fyrsta ølið er komið á marknaðin.
Um nýggja ølið skrivar bryggjaríið soleiðis:
OYN OY er ein rein og frísklig pilsnarøl við einari alkohol styrki á 5,2%. Hon hevur ein góðan maltsmakk og er løtt at drekka. Harafturat hevur hon ein væl javnvigaðan dám av hunangi, hoyggi og humlu.
Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar og rennur í dag úr kranunum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum í bygd og býi. Bryggjað verður við fullari ferð, so skjótt verður OYN OY at fáast kring alt landið, í bæði krana og í dós.
##med2##
Afturmeldingar hava higartil verið sera góðar, og vit eru sera spent at hoyra enn meira frá tykkum.
Tí hjá OY snýr tað seg bert um at sleppa at gera góðar og vælsmakkandi øl.
Enn verður ølið bara at fáa á skeinkistøðum, men í juni mánaði, tá ølið er tappað í dósir, verða tær at fáa í handlinum á byrggjarínum Oy á Hálsi í Havn og í Rúsunum kring landið.
##med3##
##med5##
##med4##
##med6##
##med7##
##med8##