Fyrsta oljan frá Chestnut avskipað

Oljuframleiðsla

Jan Müller

jan@sosialurin.fo

Atlantic Petroleum kundi fríggjadagin koma út við teimum gleðiligu boðunum um, at fyrsta lastin av olju er skipað av FPSO Sevan Hummingbird á Chestnut oljuleiðini. Atlantic Petroleum eigur 15% í bretska loyvinum 22/2a, har Chestnut oljuleiðin liggur.

Henda fyrsta lasting varð avskipað yvir í tangabátin ’Siri Knutsen’. Um nakrar dagar kemur henda fyrsta oljulastin uppá umleið 220,000 tunnur til eitt oljureinsiverk í Evropa.

Wilhelm Petersen, stjóri í P/F Atlantic Petroleum, sigur:

“Avskipanin av okkara fyrstu last er enn ein hornasteinur fyri Atlantic Petroleum, afturat okkara fráboðan um fyrstu oljuna herfyri. Inntøkan hjá Atlantic Petroleum frá hesi fyrstu lastini verður væntandi umleið 15-16 milliónir krónur, fyri umleið 20 daga framleiðslu úr Chestnut oljuleiðini. Hesin hornasteinur er í tráð við okkara ætlan um at vera eitt oljufelag, ið fæst bæði við leiting og framleiðslu, og letur hetta upp fyri víðari møgulleikum hjá Atlantic Petroleum.”

Framleiðslan frá Chestnut oljuleiðini byrjaði 20. september við framleiðslupallinum FPSO Seven Hummingbird. Pallurin verður á Chestnut leiðini í allari framleiðslutíðini. Samstarvsfeløgini hava leigað pallin í hálvtriðja ár, við møgulleika fyri at leingja leigumálið við tveimum árum.

Mett er at framleiðast kunnu umleið 1,4 milliónir tunnur av olju (MMboe) til Atlantic Petroleum úr Chestnut leiðini, og verður framleiðsluferðin í byrjanini væntandi millum 1.300 og 2.100 tunnur (“boepd”) um dagin. Tá er South Chestnut ikki tikið við.

Sum áður fráboðað varð byrjað at bora ein næsta framleiðslubrunn tann 7. September 2008. Hesin brunnurin verður boraður í løtuni, og verður eftir ætlan knýttur upp í Chestnut framleiðslukervið tíðliga í 2009.

Samstarvsfeløgini í Chestnut loyvinum eru: Venture Production (fyristøðufelag) 69.88%, Bow Valley 15.12%, og Atlantic Petroleum 15%.

Umframt hesi góðu tíðindini kundi partabrævmarknaðurin í Keypmannahavn í gjár boða frá einum týðandi vøkstri í partabrøvunum hjá føroyska oljufelagnum. So helst ganga framleiðsla og partabrævakursur her hond í hond.