Fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Ukraina byrjaði kom eitt útlendskt skip í ukrainska havn fyri at verða lastað við korni.
Tað upplýsir ukrainski ráðharrin í samferðslumálum, Oleksandr Kubrakov.
Talan er um eitt farmaskip, sum siglir undir Barbados flaggi. Skipið, sum eitur »Fulmar S«, hevur lagt at bvið havnina í Tjornomorsk.
Tjornomorsk liggur út til Svartahavið nærindis størsta havnarbýnum Odesa.
Ukraina er vanliga ein av heimsins størstu útflytarum av korni. Landið hevur tó ikki kunnað útflutt korn, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.
Tað hevur merkt, at milliónir av tonsum eru upphópað í ukrainskum havnum.
Mánadagin eydnaðist tað so endaliga at sigla korn út úr landinum fyri fyrstu ferð síðani kríggið. Tað hendir, eftir at Russland og Ukraina – við hjálp úr Turkalandi og ST – høvdu gjørt eina avtalu um at tryggja ukrainskan kornútflutning.
Mikudagin framdu Russland, Ukraina, Turkaland og ST eftirlit við skipinum í Istanbul fyri at tryggja, at alt fór fram sambært avtaluni. Skipið fekk eftir eftirlitið grønt ljós at halda fram ímóti málinum í Libanon.
Væleydnaða eftirlitið varð mett sum tekin um, at avtalan heldur, og fríggjadagin sigldu trý nýggj skip so avstað úr ukrainskum havnum.
Tey trý skipini hava tilsamans 58.000 tons av maisi umborð. Tvey skip er farin úr havnini í Tjornomorsk, meðan tað triðja fór úr havnini í Odesa.
Tað skulu øll til sama eftirlit, sum tað fyrsta skipið var ígjøgnum í turkiska stórbýnum Istanbul. Til tað endamálið hava tey skipað eina felags miðstøð fyri samskipanina av útflutninginum í turkiska stórbýnum.
Hon er í Istanbul, tí at Bosporussundið, sum skipini skulu ígjøgnum fyri at koma úr Svartahavinum og víðari til onnur heimshøv, gongur ígjøgnum Istanbul.
ST-avtalan ber við sær, at tað skal vera trygg farleið fyri skip, sum sigla við korni, frá syðru havnunum Odesa, Tjornomorsk og Pivdennyj.
/ritzau/Reuters