Fyrsti kvinnuligi maskinmeistarin

Seinnapartin fríggjadagin fingu næmingar á maskinskúlanum handað prógv síni. Millum fyrrverandi næmingarnar hendan dagin var fyrsti føroyski kvinnuligi maskinmeistarin

Poula Lützen, sum júst er fylt 30 ár, fekk fríggjadagin handað prógv, sum maskinmeistari, og við hesum hevur hon so rokkið enn eitt av teimum málum, sum hon hevur sett sær her í lívinum.

Hon hevur altíð sagt við pápa sín, Jørgen, at hon skuldi gerast fyrsta kvinnuligi eitt ella annað í Føroyum.

Frammanundan hevur hon staðið í læru sum bilmekanikari, men tá hon ikki kundi verða hin fyrsta á hesum øki, varð hon bara noydd at fara í holt við okkurt annað.

Eftir lokna lærutíð gjørdi hon so av at fara á maskinskúlan, og nú kann hon bæði kalla seg fyrsti kvinnuligi maskinist og maskinmeistari.

Spurd um, hvussu tað er starvast í einum somikið mannsdomineraðum starvi sigur hon, at hon við tíðini hevur vant seg við tað. Tað sama var eisini galdandi, tá hon starvaðist sum bilmekanikari, so hon er von við at svara aftur, um so er at menninir verða ov speiskir.


Vantar royndir

Poula greiðir annars frá, at hon væl kundi hugsað sær at farið út at siglt, nú hon endiliga er liðug við útbúgvingina, men at størsta forðingin fyri hesum er, at henni vantar royndir og siglingartíð.

Hon hevur annars fleiri ferðir roynt at fingið sær nakað av siglingartíð, men ofta hevur tað tókst henni, at reiðararnir ikki vilja hava konufólk umborð. Í hvussu so er hevur tað ongantíð staðið á hjá floksfeløgum hennara at fáa kjans við bátum.

Tó leggur hon afturat, at hon nakrar ferðir hevur fingið boðIð kjans við onkrum báti, men hvørja ferð hevur okkurt ligið tvørt fyri, so hon hevur verið noydd at geva avboð.

Nakrar royndir hevur hon tó fingið gjøgnum tíðina sum bilmekanikari. Sjálv heldur hon eisini, at ein motorur er ein motorur, men leggur tó afturat, at formatið, ella støddin, umborð á einum skipið er ikki tað sama, sum í einum bili. Prinsippið er tó tað sama.

Eisini hevur hon hugsað um møguleikan at gerast elekrikari ella el-installatør. Á maskinskúlanum hevur hon longu staðið ástøðiliga partin av hesum, og væntar henni einans praktiktíðina áðrenn hon kann átaka sær hesi størv.

Líkamikið hvørja leið Poula ætlar sær at fara, ynskja vit henni góðan byrð framyvir. Higartil hevur hon rokkið tað, sum hon hevur sett sær fyri, og tað skuldi verið løgið, um hon ikki náddi enn eitt mál, soleiðis at hon kann fáa høvi at nýta prógv sítt úti á sjónum.