Hondbóltur: Team Klaksvík vann sunnudagin sín fyrsta sigur á útivølli í bestu deildini nakrantíð, tá ið teir megnaðu at vinna 30-26 ímóti StÍF á Skála.
Talan var um eitt botnbrak ímillum StÍF og Team Klaksvík, sum undan dystinum lógu ávikavist á trið- og næstaftasta plássi. Við einum sigri kundi Team Klaksvík yvirhála StÍF uppá málmun, og tað skuldi vísa seg, at teir megnaðu tað – og so skrivaðu teir eisini søgu við at vinna fyrsta útisigur í Atlantic Airways-kappingini nakrantíð.
Jojic á odda
Team Klaksvík tóktist væl meiri tendraðir frá byrjan og hildu teir sera tætt í verjuni, har teir bara lótu tvey mál ígjøgnum fyrsta korterið og vóru á odda 9-2 hesa løtuna. Tað gjørdi brekkuna sera bratta hjá StÍF, sum tó stríddi seg nakað inn aftur í dystin og slapp til hálvleiks aftanfyri við fýra málum.
Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla hin sama og leiðslan helt sær. Eina løtu var StÍF tó bara aftanfyri við tveimum málum, men so var ikki meiri at tríva í, Team Klaksvík dróg frá aftur og vann dystin 30-26.
Filip Jojic spældi ein sera góðan dyst fyri klaksvíkingar og skeyt heili 11 mál.
[email protected]