G! byggir á fasta grund

Flest allir føroyingar munnu kenna líknilsi hjá Jesusi úr fjallaprædikuni um dáran, ið bygdi hús sítt á sand, og vísa mannin, ið bygdi hús sítt á klett. Meðan húsið hjá dáranum fall, stóð húsið hjá vísa manninum fast.


Tað kann vera, at tað er tað líknilsi hjá Jesusi, ið G! Festivalurin nú hevur tikið til sín. Í Syðrugøtu eru tey nevniliga farin undir at stoypa við sandin, har stóri pallurin hjá festivalinum vanliga stendur. Endamálið við tí er at tryggja, at pallurin stendur betur tá nógvur uppgangur er, eftir at festivalurin fleiri ferðir hevur verið noyddur at flyta framførslur av stóra pallinum, tá flóð hevur verið.


- Vit hava eitt gott samstarv við kommununa, og eru tað tey, ið eru farin í holt við at stoypa á sandinum, so at pallurin verður tryggur, upplýsir Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum fyri in.fo, tá hon verður spurd um byggiarbeiðið.


Stjórin fyri G! Festivalin dylur ikki fyri, at talan er um eitt stórt framstig fyri sjálvan festivalin


- Vit vóna at sleppa undan at útseta og flyta konsertir, nú pallurin verður tryggjaður móti vatn og sjógvi. Hetta er eitt stórt framstig fyri okkum, tí uppgangurin hevur verið til stóran ampa. Nú sleppa vit undan at stúra fyri hvussu støðan er á sandinum, sigur Sigvør Laksá.