Góð føroysk avrik

Føroyskir telvarar í Keypmannahavn royndu seg í vikuskiftiskapping, og sum heild gekst avbera væl

Talv

Ikki færri enn fimm útisetar luttóku í árligu Farum Frost vikuskiftiskappingini, norðanfyri Keypmannahavn. Telvað varð í vikuskiftinum 18-20. januar. Fimm umfør skuldu telvast. 32 telvarar royndu seg í tveimum bólkum.
Í ovasta og sterka bólkinum vann Mikkel Strange (2204 DK rating) við heili hálvumfimta stigi av fimm møguligum. Hálva stigið gav hann ímóti Carl Eli N. Samuelsen. Hesin seinast nevndi og Heini Danielsen vórðu javnir á øðrum plássi við hálvumfjórða stigi. Heini og Mikkel lógu undan seinasta umfari javnir og hittust eisini hetta lagnuumfar. Heini fekk betri støðu í miðspælinum, men tapti tíverri tá hann misti finnu í endatalvinum.
Á deildum fjórða plássi við trimum stigum, saman við tveimum dønum, vórðu Terji Petersen og Regin Reinert. Regin hevði eina óvanliga góða kapping, meðan Terji ? hóast mongu stigini ? missur nøkur ratingstig. Í B-bólkinum fekk Dannie Nielsen hálvtriðja stig og fekk eitt miðalpláss.
Sæð við føroyskum eygum spældi kappingin tískil væl av.

Ponomariov stevnir móti HM- heitinum
Í desember leiktu 32 ára gamli Vassily Ivanchuk og 18 ára gamli Ruslan Ponomariov ? báðir úr Ukraina ? seg í finaluna í Heimsmeistaraskapinum hjá talvsamgonguni FIDE. Telvað verður í Moskva. Átta talv skulu telvast, og í skrivandi løtu eru fýra talv telvd. Heldur óvæntað hevur Ponomariov ? sum telvaði í GM-kappingini í Norðurlandahúsinum í okt. 2000 ? tikið leiðsluna. Hóast Ponomariov við sínum 2727 er ratingfavorittur varð mett at Ivanchuk (2717) við sínari rutinu hevði tey betru kortini.
Ponomariov vann eitt sera stuttleikt og merkisvert talv í fyrsta umfarinum, sum er við í blaðnum í dag, og hava teir síðani leikt tríggir javnleikir á rað. Ivanchuk hevur havt sínar kjansir at javna úrslitið, men Ponomariov hevur vart seg væl. Fýra talv resta í, og spennandi verður at síggja um Ponomariov megnar at halda Ivanchuk frá kongi sínum.
Samstundis sum HM ? finalan verður leikt, er heimselitan savnað í hollendska býnum Wijk, har sterk kapping í løtuni verður telvd. Tíverri eru topp trý ikki við, Kasparov, Kramnik og Anand. Kasparov bleiv forðaður vegna influensu, meðan hinir góvu avboð av ymsum orsøkum. Men manningin er hóast hetta sera sterk, við eitt nú Adams, Morozevich, Leko, Bareev, Grischuk o.a.
Eftir sjey umfør er Bareev fremstur við fimm stigum, meðan Adams, Grischuk, Khalifman og Morozevich eru hálvt stig aftari í toppinum. Fjúrtan telvarar luttaka, sum merkir at trettan talv skulu telvast.