ENDASPÆL
Tað var gott lag á mongu GÍ viðhaldsfólkunum, tá ið tey í fína heystarveðrinum mikukvøldið um seks tíðina fóru úr Sarpugerði. GÍ hevði vunnið 3-0 á B71, og harvið talar alt undan uppgerðini á Sandi í morgin fyri, at GÍ eftir ferðina um Skopunarfjørð fer at hava atgongumerkini til bestu deildina til hús við sær aftur.
Úti á vøllinum var munurin ikki eyðsýndur. B71, sum hevði fitt av áskoðarum við sær, dugdi væl at umsita bóltin, og í løtum fleyt samanspælið hjá teimum betri, enn tað gjørdi hjá heimaliðnum. Serliga í løtum í 1. hálvleiki tóktist tað sum um, at tað var fjáltur á fleiri GÍ spælarum. Uppstillingin minti ofta meiri um 4-5-1 enn um 4-3-3, og tá ið Popczynski sum sentrali álopsspælarin ofta leitaði aftur á vøllin fyri at taka ábyrgd í álopsmyndingini, var broddurin ofta lítil.
B71 var í 3-5-2 útgangsstøðu. Tummas Pauli Olsen, Símin Hansen og Clayton Soares tóktust vandamiklir, tá ið teir bjóðaðu av ein móti einum, men B71 gjørdist ongantíð orduliga vandamikið. Verjan við Kára Sørensen á odda hevði oftast tak á. Valdemar Nowicki var tryggur í málinum, men tað kostaði ógvuliga nógv, at sandoyingar í einstøkum førum ikki vóru nóg avgjørdir í deyðbóltsstøðum.
Í 11. minutti fekk GÍ hol á. Long frísparksframlegging úr vinstru endaði við, at Hans Jørgen Djurhuus, sum mundi vera mest eyðsýndi maðurin á heimaliðnum, setti krúllin undir bóltin, sum av nakkanum á miðvallaranum fór dygst inn við handara stólpanum.
Eftir steðgin vóru teir á heimaliðnum minni strongdir og betri skipaðir. At Magni Jarnskor varð settur á sentralt miðvallarpláss gjørdi stóran mun. Leikferðin var sjálvandi ikki so høg, sum hon var á Skála leygardagin, og tá ið Krzystof Popczynski eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg við handara stólpan økti til 2-0, var meiri friður yvir GÍ spælinum.
Clayton Soares var tvær ella tríggjar ferðir um reppið at bróta ígjøgnum og harvið at fáa møguleika at skjóta sera týdningarmikla B71 málið á útivølli, men tað eydnaðist ikki, og harvið tykist B71 møguleikin at vera lítið realistiskur.
Níggju minuttir undan leikloki syrgdi Hanus Jacobsen, sum undan steðginum hevði verið miðvallari í høgru, og sum í 2. hálvleiki var vinstri vongverji, fyri, at tað er lættari hjá GÍ viðhaldsfólkunum at gera útferð í Sandoynna í morgin. Áslakur R. Petersen fríspark eitt sindur úr høgru varð blokerað í manngarðinum. Bólturin sigldi í boga til handara stólpan, har tað tóktist sum um, at verjan hevði tak á støðuni. Tað høvdu teir ikki, Hanus Jacobsen smekkaði til, og tað skal vilja heilt illa til hjá GÍ í morgin, um teir ikki fara at vinna rættin at halda fram í fremstu røð, har teir hava verið seinastu fjórðings øldina.
ENDASPÆL um pláss í FORMULADEILDINI
GÍ-B71 3-0 (1-0)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus 11.
2-0: Krzystof Popczynski 50.
3-0: Hanus Jacobsen 81.
GÍ: Marcin Dawid - Áslakur R. Petersen, Robert Rzeczycki, Kaj Ennigarð, Poul Henning Jacobsen (Magni Jarnskor, 46.) - Sverri Jacobsen (Jónreid Dalheim, 89.), Sámal Joensen, Hans Jørgen Djurhuus, (Poul Andreas Jacobsen, 89.) - Hanus Jacobsen, Krzysztof Popczynski, Símun Louis Jacobsen
Gult kort: Símun Louis Jacobsen
B71: Waldemar Nowicki - Bergleif Sólsker, Kári Sørensen, Hanus Clementsen - Sverrir Kjærbo, Eirikur Poulsen, Clayton Soares, Eli Hentze, Magnus Olsen, Símin Hansen, Tummas Pauli Olsen
Gult kort: Símin Hansen, Clayton Soares, Eirkur Poulsen