G! Festivalurin: Ein brakandi succes

Tann nú einaferð so nógv umtalaði G! festivalurin, sum var á Gøtusandi fríggjakvøldið í sambandi við Gøtustevnuna, var so væl umtóktur, at fyrireikararnir hugsa um at gera hann til ein størri festival, sum skal fevna yvir fleiri dagar

Gøta: Seinnapartur er, leygardagur. Dagurin eftir tann so kenda G! festivalin. Fyrireikararnir eru í holt við at rigga alt av aftur. Pallurin skal takast niður aftur og tann lænta útgerðin skal latast aftur í rættar hendur.
Fyrireikararnir standa niðri á sandinum og royna at fáa ta ymsu útgerðina til hølvdar. Og eru tað nakrir vælnøgdir menn vit fáa orðið á henda seinnapartin í Gøtu. Veðrið er gott, men tó ikki eins gott og dagin fyri, tá sjálvur festivalurin var.
? Ja, veðrið í gjár var so gott, sum tað kann vera í Føroyum, sigur Sólarn Solmunde, sum er ein av fyrireikarunum til festivalin.
? Vit meta, at tað hava verið eini 900 fólk á sandinum, so ein kann siga, at tað var ógvuliga væl umtókt. Vit hava skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum, men persónliga vil eg siga, at hetta er nógv tað besta vit nakrantíð hava gjørt.
Nógv var gjørt við at lýsa tiltakið, men fyrireikararnir meta ikki, at tað var so nógv meira enn til tey undanfarnu. Tó hava sjónvarps- og útvarpslýsingarnar gjørt stóran mun.
? Lýsingarnar hava tó verið nógv meira effektivar hesuferð, sigur Sólarn.
? Plakatirnar komu upp at hanga eina viku frammanundan. Tær høvdu bara eitt G og eitt útrópstekin á. Hetta gjørdi, at fólk kendu til tiltakið áðrenn tær "rættiligu" lýsingarnar komu fram.
Sólarn Solmunde og Jón Tyril vísa á, at Gøtusandur er eitt fínt pláss at hava konsertir á. Ljóðið verður gott, og sandurin dempar og slær ikki aftur.

Woodstock

Sólarn og Jón siga, at teir hava fingið ógvuliga hjálp frá kommununi í Gøtu, GÍ og Fok. Samstarvið teirra millum hevur verið ógvuliga gott.
? Vit hava lænt alla útgerðina. Sjálvt pláturnar, sum lógu omaná sandpallinum vóru læntar frá timburhandlinum, og tað hevði tú ikki kunnað gjørt nakra aðrastaðni í heiminum enn í Føroyum. Tú hevði ikki kunnað farið inn í ein timburhandil í Keypmannahavn og lænt nakrar plátur fyri síðani at bera tær aftur, greiða teir báðir frá.
Teir eru, av góðum orsøkum, væl nøgdir við festivalin. Ætlanin er at gera G! festivalin til eitt afturvendandi tiltak, sum skal vera ein festivalur, sum breiðir seg yvir nakrar dagar.
? So verður tað eitt lítið Woodstock, sigur Jón skemtandi. ? Ætlanin er kanska eisini at hava onkrar bólkar, sum spæla í Losjuni, og nakrar sum spæla á sandinum, og síðani skal festivalurin fevna yvir nakrar dagar, júst sum hann ger aðrastaðni.
Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki við at fáa bólkar at koma at spæla. Nógvir navnaframir bólkar vóru við á G! festivalinum hesuferð, og siga fyrireikararnir, at fleiri aðrið høvdu víst áhuga fyri at vera við, men tað var rætt og slætt ikki pláss fyri meira.
Men tey 900 fólkini, sum vóru komin til Gøtu, til gongu, við báti, við bussi, við bili ella kanska enntá á súkklu, kunnu avgjørt gleða seg, tí G! festivalurin er helst komin fyri at vera.