Góði Astrup

Røðan hjá Janusi Petersen á møttøkuni í Føroya Banka tann 29. apríl.

Tú komst til Føroya í ringastu krepputíð 1. januar 1993. Eg vil trúgva, at tú hevur upplivað tað sum eitt kalt brúsubað. Búskapurin var í smæsta knúsi, og veðrið var av hundunum til. Allir føroyingar hingu við høvdinum. Tú varð innkvarteraður í einum verilsi úti í Torfinnsgøtu, og tað regnaði og stormaði tá íð tú gekk heim um kvøldarnar.
Men tú kastaði teg út í tað, og fór í holt við at loysa knútin sum fíggjarkervið var í. Og tú gjørdist skjótt kendur sum tann sterki skiparin, sum setti kósina, og vikaði ikki ein tumma, um so brotini skolaðu um skipið:
Tú gjørdi sum Eirikur Jallur tá hann Ormin Langa hevði vunnið:
Tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi honum frá Sundi
Eg kom sjálvur heim úr Danmark í oktober 1993, og lærdi beinanvegin teg at kenna sum hartarbeiðandi mannin, sum ikki sløkti ljósið á skrivstovuni fyrr enn øll onnur vóru farin í song. Ja, faktiskt byrjaði samstarv okkara í stjórnini í Føroya Banka við at tú bjóðaði meg heim til eitt glas. Og har prátaðu vit alla náttina um lívið. Tú fór sum altíð grundiga til verka. Vildi vita, um vit báðir høvdu nakað til felags, og kundu hugna okkum saman. Tí sum tú segði við meg - ein stjórn er sum eitt hjúnarlag - samstarvið byggir á álit og samhuga.
Og vit hava havt tað hugnaligt saman. Allir føroyingar vita, at tú hevur ein velduga góðan humor. Tú hevur altíð hildið fyri: "Det skal være sjovt at være bankmand." Og tað er stuttligt at vera saman við tær. Ein typisk viðmerking fyri teg var tá íð tú kom framvið eini mynd av nevndini í einum virki, og spurdi um tað var "det lokale håndboldhold." Ofta rungar láturin út úr skrivstovu tíni, tá íð tú hevur sagt eina góða viðmerking, sum vendir tað heila á høvdi.
Hesi evni hevur tú eisini nýtt í tínum mongu innleggum í fjølmiðlunum, har tú ofta hevur fingið føroyingar uppá nýggjar tankar. T.d. var tú upphavsmaðurin til orðið "bæredygtigt projekt" Áðrenn tú kom up í leikin hildu tey flestu, at endamálið við vinnuligum virksemi var at skapa arbeiðspláss, men tú vísti á, at endamálið veruliga er at skapa avlop til íleggjararnar.
Við hesi nýggju tankagongd lærdu tú okkum nógv. Tú gekk ikki uppá kompromis, og stóð fyri fleiri nýbrotum í vinnuni. Tú var avgerandi arkitekturin handan Føroya Fiskavirking og endurstovnanina av Faroe Seafood, tú legði leistin fyri saneringini av skipaflotanum, kommunuloysnina, og endurreisingin av alivinnuni.Og vit sum fylgdu tær øtaðust um tína arbeiðsorku og engagement. Tú vildi endurreisa bankan og Føroyar, og tú legði títt hjartablóð í hetta arbeiði. Tað eru vit allir føroyingar tær takksamir fyri.
Og tú kom eisini í stóran mun at kenna teg sum føring. Tey fyrstu árini hevði tú ikki heilt slitið røturnar til títt gamla arbeiðspláss, og tá kundi tú mismæltur finna uppá at siga "Vi i Midtbank", men tey seinnu árini er tað vorðið meiri "Vi færinger, og her betragter jeg mig selv som færing". Og tú hevur vunnið hjørtuni hjá politikkarunum. Tjóðveldisflokkurin heldur teg verða tjóðveldismann, og javnaðarflokkurin heldur teg vera javnaðarmann. Eg veit ikki um Jenis av Rana heldur teg vera ein av hansara eisini?
Tú hevur skrivað teg inn í føroysku søguna, men nú fert tú. Í lutfallsliga ungum árum vilja nógv siga. Tú hevur óivað nógv ár eftir í tær enn. Men tú hevur tað óivað so, at tú heldur vilt hava fólk at spyrja um "hví man hann fara", heldur enn at tey spyrja "er hann ikki farin enn?" Men síðani tíðindini um at tú fer frá vórðu almannakunngjørd, hava fólk spurt teg "Rýmir tú nú". Á føroyskum er hetta bert ein annar máti at spyrja um tú fer úr starvi. Men á donskum kann tað skiljast sum at tú flýggjar. Og tí protesterar tú hvørja ferð fólk spyrja um tú rýmir. Og rætt ger tú. Tí sum tað stendur á forsíðuni á Atlantic Review: "Astrup er ingen Quitter".
Tú kom til okkara, og tú endurreisti bankan, og tú endurreisti álitið á bankan og sjálvsálitið hjá okkum bankafólkum. Tað eru vit ið starvast í bankanum tær takksom fyri.
Góði Astrup. Eg og Margret vilja ynskja tær og Gunhild eitt gott og skapandi otium. Og vegna starvsfólkini vileg ynskja tykkum blíðan byr framyvir.

Janus Petersen
29. apríl 2005