Góðir møguleikar til útróður

- Tað hevði verið stuttligt at sæð útróðrarvinnuna aftur í blóma, heldur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, fyri.

Eins og í fleiri útróðrarbygdum eru eisini egningarskúrar ella útróðrarmiðstøð við bátahylin á Strondum, og her hevur hvør skúrur – níggju í tali – sítt egna frystarí.

 

Sjóvar kommuna brúkar ein av skúrunum sjálv, og annars eru allir hinir útleigaðir. Í onkrum føri eru fleiri um hvønn skúrin, serliga tá tað eru menn, sum ikki rógva við línu, men bara fiska við snellu.

 

Tað eru einir tveir, tríggir ella fýra útróðrarbátar á Strondum, sum fiska við línu, harav onkur verður fullrikin og hevur egnarar í landi. Aðrir rógva út, tá teir eru heima millum túrar, og fleiri royna við snellu, tá løtur eru.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at tað er lítil og eingin tilgongd til útróðrarvinnuna og flestu, sum fáast við útróður, eru menn um 40-50 ára aldur – og aðrir eru upp aftur eldri.

 

Vónir eru tó um, heldur borgarstjórin, at meira røringur fer at koma aftur í útróðrarvinnuna, og at henda vinna fer at gerast meira attraktiv, nú útlitini til fiskiskap eru batnandi.

 

- Tað hevði verið stuttligt at sæð útróðrarvinnuna aftur í blóma, heldur Artur Johansen fyri.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Strendur liggja væl fyri til útróður. Stutt er út á streymasjógv, og á Toftum er bæði landingarmiðstøð og fiskamarknaður.