Góð mál góvu KÍ sigurin

2. deild: KÍ vann annan heimadystin á rað ímóti einum liði frá ovaru hálvu av stigatalvuni

Jákup Mørk


Næstbesta liðið hjá klaksvíkingum tykist rættiliga verða komið fyri seg eftir summarsteðgin.

Leygardagin vann liði annan heimadystin á rað, og aftur hesaferð var tað ímóti einum liði, sum heldur til í ovaru hálvu av stigatavluni.

Runavíkingar vóru á vitjan í Klaksvík, men teir høvdu tað trupult ímóti heimaliðnum, sum stríddist óføra væl allan dystin. KÍ hevði mist einar seks spælarar frá seinasta dysti, men á liðnum vóru framvegis spælarar, sum kundu gera eitt sindur um seg. Á miðvøllinum spældu John Ryan og Allan Joensen og í álopinum var Tomislav Sivic.

Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men tað var nær við nakrar ferðir. KÍ hevði fyrst tveir risakjansir. Tomislav Sivic fekk ein bólt frá baklinjuni, men úr fríari støðu úr 10 metrum skjeyt hann framvið. Karl Marius Poulsen var leysur, men skotið hjá honum var barnamatur hjá Olaf Højgaard at taka sær av.

Í hinm endanum kom NSÍ nær einum málið, tá Bergur Hansen skjeyt eitt fríspark til nærmaru stong. Í evstu løtu fekk KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, sligið bóltin út.


Frálík mál

Í seinna hálvleiki fekk KÍ hol á, tá John Ryan tók sakina í egnar hendur. Hann fekk bóltin einar 25 metrar frá málinum, og hann gjørdi ikki mætari enn at drøna bóltin í málið til 1-0 til KÍ.

Hetta fekk gestirnar at ressast eitt sindur, men teir komu ikki longur enn nær einum málið. Bergur Hansen royndi nógv í vinstru síðu, og á miðvøllinum var Jan Nónklett sera ágrýtin bæði aftureftir og frameftir.

Avgerðin í dystinum fall, tá John Ryan streyk til baklinjuna í vistru eftir eitt gott KÍ álop. Hann sendi inn fyri málið og úr einum 13 metrum tveitti ídni miðvallarin, Johannes Færø, seg fram og stútaði bóltin upp um NSÍ-málverjan og í málið til 2-0.

KÍ hevði eftir hetta tak á dystinum, og hóast runavíkingar royndu at koma fyri seg aftur, so bar tað ikki til ímóti tryggu KÍ-verjuni.

KÍ togaði seg upp umaftur Royn, og næsta vikuskiftið verður rættuligur botndystur í Klaksvík, tá hvalbingar koma á vitjan.


KÍ-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: John Ryan

2-0: Johannes Færøog einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh