Leygardagin høvdu sviar, búsitandi í Føroyum, høvi at hitta svenska forsætismálaráðharran, Göran Persson á samkomu í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Formaðurin í felagnum, Ann-Kristin Nilsson, handaði forsætisráðharranum blómur og segði nøkur orð um nýggja svensk-føroyska felagið í Føroyum.
Siðani handaði Mikael Green Görani Persson eina gávu, sum var ein pennahaldari, sum hann sjálvur hevur gjørt úr einum ryggjageisla av grindahvali.
Hóast tað kundi hugsast, at onkur symbolikkur var í hesum at geva honum gávu úr hvali, so var tað kortini ikki so, sigur Ann-Kristin Nilsson.
Á vitjani hjá Görani Persson nýtti Jóannes Eidesgaard, løgmaður m. a. høvi at greiða honum frá grindadrápi og tí neyðuga í, at vit í Føroyum liva av tí, ið havið gevur og at vit halda okkum røttu megin javnvágina við burðardyggari veiðu.
Svensk-Færøisk Forening í Føroyum varð stovnað í maimánaði, og var hetta tiltakið fyrsta almenna uppgávan hjá felagnum.
Felagið hevur slakar 40 limir. Av teimum eru eisini nógvir føroyingar, sum eitt nú hava búð í Svøríki ella á einhvønn hátt hava samband við Svøríki.
Næsta tiltakið hjá felagnum verður Kräftskiva
Í Føroyum búgva millum 25 og 30 svenskir ríkisborgarar.