Gásadalstunnilin verður brúktur sum eykalutir til tunnilin til Kollafjarðar

Grót dettur javnan undan loftinum, og í næstum fer Landsverk at kanna málið

 

Gásadalstunnilin er ikki tryggur. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann vísir á, at tað er javnan at steinar og grót detta undan loftinum og tí er stórur vandi fyri at fáa at grót á seg er stórur. Hann vísir eisini á, at nú er eisini vanligt at fólk bæði renna og súkkla eisini gjøgnum tunnilin og harumframt er Gásadalur kent ferðamál.

 

Hann vísir eisini á, at annars hevur helvtin av tunlinum ligið myrkur í langa tíð í vetur, tí at ljósini ikki virka. Men nú hevur hann fingið upplýst, at Gásadalstunnilin verður brúktur sum eykalutir til Kollafjarðartunnulin. Tað merkir, at tá ið ein pera brestur í Kollafjarðartunlinum, fer Landsverk í Gásadalstunnilin eftir eini peru.

 

Jørgen Niclasen vísir eisini á, at eftir Samferðsluætlanini hjá Landsverki, er ikki neyðugt at gera nakað í Gásadalstunlinum hesi næstu tíggju árini, hóast grót javnan dettur undan loftinum.

 

Bjørt Samuelsen vísir á, at nú er tað vanligt, at fólk renna ígjøgnum tunlar, eitt nú er Gásadalstunnilin ein partur av tiltakinum, tey kalla Heimsins vakrasta maraton. Tí vil hon hava at vita um landsverk hugsar um hesi viðurskiftini, nú tunlarnir eru í so ringum standi, at grót javnan dettur undan loftinum.

 

Heðin Mortensen sigur, at ein støðumeting av Gásadalstunlinum vísir, at tað eru 200 metrar av tunlinum, har tað er átrokandi at skróta, tað er at høgga leyst grót undan loftinum. Harumframt at tað eru 200 metrar afturat, har tað er neyðugt at skróta rættiliga skjótt

 

Hann sigur, at í hesum døgum arbeiðir Landsverk arbeiðir í Sumbiartunlinum, og tá ið tað er liðugt, fer Landsverk at meta um, hvørjar ábøtur tað er neyðugt at gera í Gásadalstunnilin. Hann vísir eisini á, at ljósini í Gásadalstunlinum eru í sera ringum standi og tey slókna í heilum. Tískil áttu ljósini at verðið skift út, men tað kostar seks milliónir.

 

Annars staðfestir hann, at tunlarnir eru gjørdir at koyra ígjøgnum, ikki til at ganga, ella at renna ígjøgnum, men sum sagt, fer Landsverk at kanna Gásadalstunnilin, tá ið teir eru lidnir í Sumba