Síðan oktober í fjør hevur danska løgreglan leitað eftir einum manni í Kolding, róptur Bent Ovesen. Bent og konan Aase, sum bæði vóru farin um tey seksti, livdu eitt friðarligt lív og vóru væl dámd í sínum grannalagi.
Men, ein dagin í oktober í fjør, tá dóttir teirra kemur á dyrnar, finnur hon mammu sína deyða, samstundis sum pápin er rýmdur við bilinum, einum Ford Mondeo. Tá málið verður kannað nærri, vísir tað seg, at Aase er myrd.
Stór leiting verður sett í verk, og bilur og maður vera eftirlýst víða um lond, eisini um Interpol. Leitað verður eisini við havnarløg fyri at vita, um Bent Ovesen møguliga kann hava gjørt av við seg eftir brotsgerðina móti konu síni.
Síðan einaferð í fjør vetur, kanska einaferð í februar ella mars, hevur næstan einki verið at hoyrt um hetta mál, tí her var snøgt sagt einki nýtt. Bent Ovesen og bilur hansara vóru barasta ikki at finna nakrastaðni.
Men, nú hóskvøldið var aftur nýtt í málinum - meira enn eitt ár eftir feigdarnáttina í oktober í fjør. Nú hevur løgreglan funnið bil og lík, og hetta hendi, tá kavarar hjá sjóverjuni gjørdu onkrar kanningar í bátahavnini í Kolding.
- Bilurin er tikin upp, og í bilinum hava vit funnið eitt lík. Vit vita ikki, hvør tað er. Men, vit kunnu vátta, at talan er um ein Ford Mondeo, og tað er Bent Ovesen sum eigur nummarpláturnar, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Frede Nissen.
Spurdur, dugir kanningarleiðarin ikki at siga nakað um, hvussu leingi líkið, sum er funnið í bilinum, hevur ligið í sjónum. Vit kunnu leggja aftrat, at Bent Ovesen í dag hevði verið 64 ára gamal, um hann var á lívi.
Tað er Jyske Vestkysten, sum ber hesi tíðindi í dag.
Við tað, at hetta mál gjørdist so margháttligt, vóru tað ivaleyst fleiri føroyingar, sum fylgdu við leitingini eftir Bent Ovesen, sum eisini hevur vangamynd á Facebook.