Góð útlit fyri føroysku fyritøkurnar

Greiningarnar hjá IFS av føroyskum fyritøkum síggja nú munandi positivari út, enn tær gjørdu eftir fyrsta ársfjórðing Virðisbrævamarknaður Føroya hevur heitt á IFS um at gera greiningar av teimum føroysku fyritøkunum, sum eru listaðar á Virðisbrævamarknaðinum. Tað vil siga Atlantic Airways, Eik, Føroya Banka og Atlantic Petroleum.

Felags fyri tær fýra greiningarnar er, at útlitini í dag eru munandi meira positiv, enn tey vóru fyri trimum mánaðum síðani.

Atlantic Airways og Føroya Banki fingu tá góð skoðsmál, og tað fáa fyritøkurnar framvegis.

Hinvegin sær tað sambært IFS munandi betur út hjá Eik og Atlantic Petrolum nú, enn tað gjørdi fyri bara trimum mánaðum síðani.

Samandráttur av greiningunum og greiningarnar í fullum líki kunnu lesast á www.vmf.fo.