Elspa Mørkøre og Kári Jóannesarson eru vald til ársins svimjarar hjá ávikavist kvinnum og monnum í ár. Hetta er eitt satt bragd av ungu svimjarunum, sum bæði búgva í Syðrugøtu.
Elspa Mørkøre er 14 ár, og hon eigur føroyska metið í 200 metrar rygg. Hon gongur í 8. flokki, og tí kanst tú av sonnum siga, at hon hevur síni bestu ár frammanfyri seg.
Kári Jóannesarson er 16 ár. Hann eigur føroyska metið í 100 metrar rygg. Hann gongur í 10. flokki, og eftir summarfrítíðina kundi hann hugsað sær at farið til Danmarkar í skúla.
Uppvaksin við svimjing
Undirritaði hittir Elspu og Kára við benkurnar beint við sandin í Syðrugøtu. Bæði eru sera fryntlig og løtt at tosa við. Eg leggi merki til, at teirra kropsbygnaður er, sum hann eigur at vera hjá svimjarum. Tey eru herðabreið og væl trimmað.
Vit ganga eftir sandinum, meðan vit tosa. Tey eru bæði uppvaksin í Syðrugøtu, og tey hava nýtt nógva tíð á sandinum. - Um summarið plaga vit at svimja í sjónum. Ofta svimja vit frá keiiini eystanfyri og inn til sandin, sigur Kári. Spurd um sjógvurin ikki er sera kaldur, svarar Elspa: - Jú, men tú venur teg skjótt við tað. Vit plaga ofta at byrja við at vassa eitt sindur. Tá ið vit so eru komin somikið út, at sjógvurin kemur upp til miðjuna, kava vit. Tú lærir at bíta kuldan í teg.
Tey eru bæði vaksin upp við svimjing: Foreldrini hava stuðlað teimum sera væl við svimjingini, og tað ger sjálvandi hugin betri. Tey byrjaðu bæði í svimjifelagnum Skeggjar. Men fyri nøkrum árum síðani hevði felagið ein steðg, tá ið tað ongan venjara fekk. Tá fóru tey til FS í Fuglafirði. - Skeggjar er virkið aftur, men nú verður denturin mest lagdur á tey yngru, so vit læra meira í FS, sigur Kári.
Elspa greiðir frá, at sum ungur svimjari svimmur tú allar greinir. Sum tú gerst eldri, velur tú tað svimjigreinina, sum tú ert best til, og venur einans hana. Elspa og Kári svimja bæði rygg. Elspa svimur eisini eitt sindur crawl og eitt sindur blandað. Kári svimur eitt sindur langteina crawl eisini.
Venja 20 - 30 tímar um vikuna
Kári og Elspa venja sera nógv. - Tú mást allatíðina vera í bestu venjing, tá ið tú svimur. Vit venja 20-30 tímar um vikuna, so tað er næstan sum eitt fulltíðarstarv, sigur Kári.
Umframt svimjingina ganga tey bæði í Fuglafjarðar skúla. Kári gongur í 10. flokki, so hann er mestsum liðugur við skúlan. Elspa gongur í 8. flokki. Um morgunin, áðrenn tey fara í skúla, hava tey eina venjing. Onkuntíð er hon klokkan 5 og onkuntíð klokkan 6. Tey venja inntil klokkan 7.30, og so fara tey í skúla. Aftaná skúlatíð hava tey so aftur eina venjing. - Onkuntíð havi eg verið so útlúgvaður av venjingini, at eg eri farin beina leið í song, tá ið eg komi heim klokkan 20.
Undirritaði dugir ikki at ímynda sær, at tey hava tíð til nakað annað frítíðarítriv ella vinir. Men tey brúka tað tíð, sum tey hava, saman við vinunum hjá sær. - Tá ið tú venur so hart, so mást tú siga nei til okkurt annað. Tí hava vit ikki so nógva tíð til vinir og annað. Tað er eitt val, sum tú mást taka, sigur Elspa.
Kári hevur spælt fótbolt sum ungur, og har var hann heldur ikki heilt eiðasørur. Hann var til onkra venjing við ungdómslandsliðnum, so evnini sum fótbóltspælari eru eisini góð. Men so breyt hann óstbeinið, og tí gavst hann. - Svimjing hevur altíð verið nummar eitt hjá mær, og nú venja vit somikið nógv, at eg havi ikki tíð til fótbóltin eisini, sigur Kári.
Stórur heiður at verða ársins svimjari
Tað er eyðsýnt, at tað eru tvey búgvin og málrættað ung fólk, sum ganga á Gøtusandi henda góðveðursdag. Tey hava viljan og treystið, sum krevst av einum yrkissvimjara. Teirra dreymur er at gerast yrkissvimjarar. Bæði hava tey vunnið størsta heiður í føroyskari svimjing, so nú gongur leiðin út um landoddarnar.
Hóast málini eru høg og sjálvsálitið er gott, so eru tey bæði sera jarðbundin og veruleikanær. Tey vita, at tað krevst sera nógv til at gerast yrkissvimjari, og tí vilja tey eisini hava eina útbúgving. Kári ætlar sær á tekniska skúla í Danmark og at síðani taka eina handverksliga útbúgving. Elspa ætlar eisini at læra til okkurt, men hon veit ikki rættiliga enn, hvat tað skal verða.
Elspa fekk heiðurin sum ársins svimjari hjá kvinnum í ár, meðan Kári varð valdur sum ársins svimjari hjá monnum. Hetta var ein stórur sigur hjá svimjifelagnum FS, sum eigur báðar svimjarnar. Eisini eru tað nógv fólk úr Syðrugøtu, sum eru sera errin av hesum. Men høvuðspersónarnir sjálvir eru eisini ernir av heiðurinum.
- Hetta er helst størsti heiður, sum tú kanst fáa sum svimjari í Føroyum. Elspa hevur so fingið ein størri heiður, tá ið hon fekk heiðurin at hava framt ársins ítróttarbragd, sigur Kári og smílist yvir á Elspu.
- Tá ið tú hevur vunnið heiðurin sum ársins svimjari, tá ert tú komin so langt tú kanst í Føroyum. Tí hava vit brúk fyri nýggjum avbjóðingum nú, siga tey bæði samd. - Vit svimja vanliga eftir tíðum, so vit kappast allatíðina um at betra tíðina. Annars er kappingin ikki so stór. Tað, sum fær teg at stríðast, er, at tú kanst betra um tína egnu tíð og kanska fáa føroyskt met.
Kári ætlar sær til eina norðurlendska svimjikapping, tá ið hann fer niður. Har kann hann koma at royna seg millum tey bestu í norðurlondum. Elspa hevur sum mál at gerast heimsmeistari í svimjing ein dag. - Eg veit, at tað er eitt sera høgt mál, men uttan høg mál og trúgv uppá teg sjálva, kemur tú ongan veg, sigur Elspa.
Lokal
Tá ið meginparturin av teirra lívi snýr seg um svimjing, so kann ein kanska hugsa, at tey einki annað hava at ganga uppí. Men tey sita ikki og hyggja at svimjing allan dagin. - Eg kenni teir kendastu altjóða svimjararnar, men eg kenni ikki nógvar. Onkuntíð hyggi eg at svimjing í sjónvarpinum, men tað er ikki ofta, sigur Elspa.
Spurd um, hvørjar kenslur tey hava fyri heimbygdini og Gøtusandi, siga tey, at tey eru sera lokal. Tey eru stolt av bygdini og tí, sum íbúgvarnir hava útrættað. Gøtufólk eru kend fyri at klára seg væl í vinnulívinum, fótbólti, tónleiki og svimjing. Hetta er alt nakað, sum tey eru stolt av, og tey fara altíð at kalla seg Gøtufólk við stórum S frammanfyri - hetta nevniliga tí at tey eru úr Syðrugøtu. Gøtusandur er síðstu árini vorðin karmur um G! Festivalin, og hetta fegnast tey eisini um.
- Tað er ein kulur festivalur, og tað er stuttligt at síggja so nógv fólk á Gøtusandi, sigur Kári.
Eftir samrøðuna fara vit hvør til sítt. Undirritaði gongur móti bilinum, meðan Elspa og Kári ganga niðan í bygdina berføtt. Við krossvegnum siga tey bæði farvæl við hvønn annan og fara hvør sín veg. Vit fara uttan iva at hoyra meira um Elspu Mørkøre og Kára Jóannesarson í framtíðini.