Góð undirtøka í regninum

Í grimdar regninum leygardagin bleiv skotið fyri ársins fyrstu Grand Prix súkklukapping. Hóast veðrið ikki var við fyriskiparunum, ja so var undirtøkan eftir umstøðunum góð ? serliga millum yngru dreingirnar

Súkkling

Tórshavnar Súkklufelag skipar aftur í ár fyri súkklukappingum í samband við summarstevnurnar kring landið. Kappast verður á flest øllum stevnunum og eins og hini árini verður vinnarin samanlagt, heiðraður á Ólavsøku.
Børnini sleppa somuleiðis at royna seg, og kappast eisini eftir Grand Prix skipanini.
Luttøkan var, um ein hugsar um veðrið, rímiliga góð, og heldur óhugaligt var hjá súkklarunum at byrja, men tá so byrjað var, ja so gloymdu súkklararnir alt um veðrið, og allar kreftur vóru settar inn fyri at gerast fremstur.
Teinurin gekk frá Biskupsstøðgøtu, eftir Skúlavegi, eftir Gerðagøtu og so aftur á Biskupsstøðgøtu.
Tey vaksnu súkklaðu í 40 minuttir. Síðan bleiv ringt og so var bara eitt umfar eftir.
Børnini súkklaðu frá trimum upp í fimm umfør. Tey minstu trý og tey størstu børnini fimm. Teinurin var 675 metrar.

Gunnar vann
Hjá teimum vaksnu gekk best hjá Gunnari Dahl-Olsen, men hann fekk skarpan gang frá unga talentinum Eli Christiansen, ið nú telist millum sterkastu súkklararnar í landinum.
Gunnar royndi at koyra frá hinum tá umleið 20 minuttir vóru farnir. Hann fekk eitt gott hol aftur til hinar, men løtu seinni høvdu Eli og Esmar koyrt hann inn aftur. Løtu seinni rykti Gunnar aftur, slapp aftur leysur frá Esmar og Eli, men aftur megnaði Eli at koyra Gunnar inn aftur. Hesa ferð uttan Esmar.
Klokkan gekk, klokkan ringdi og so fóru Eli og Gunnar út á seinasta umfar. Báðir høvdu koyrt hart og beinini vóru nú blivin troytt. Eli byrjaði spurtin ov tíðliga, og tí slapp Gunnar framum tá umleið hálvur umgangur var á mál, og vann við umleið 5 sekundum.

Gloymdu heiðursmerkini
Hjá teimum elstu dreingjunum gekk væl hjá Hans Krosstein úr Klaksvík. Hann súkklaði væl og vann so ruddiliga á Bergur Johansen, ið gjørdist nummar tvey. Sigast skal tó at ketan hjá Bergi datt av, tí varð munurin so stórur. Nakað seinni kom Poul Andrias Ziska á mál.
Reidar Luid var somuleiðis væl koyrandi, og eisini hann vann trygt á nummar tvey í bólkinum 9 til 11 ár, Rani G. Jacobsen. Reidar vann við umleið 30 sekundum. Nummar trý gjørdist Teitur Gestsson.
Meðan tað hjá fjølmiðlum ofta kemur fyri, at børnini og tey verða skúgvað til viks, til fyrimuns fyri tey vaksnu, so vendið súkklufelagið byttuni hesaferð. Í øllum regninum gloymdu teir vaksnu seg sjálvar, tá teir góvu børnunum heiðursmerkini. Tá kappingin var liðug, undraðist onkur á, at eingin vaksin ella unglingur hevði heiðurstekin.
Hetta var serliga keðiligt fyri Dánjal Michaelsen sum súkklaði saman við teimum vaksnu, men vann unglingabólkin. Tórshavnar Súkklu Felag lovar at løna honum tvífalt næstuferð, vinnur hann eisini tá.