Í dag er frítíðarlønin komin á konto hjá fólki. 30.559 fólk fáa frítíðarløn, og samanlagt verða 429 milliónir krónur útgoldnar í dag.
Tað upplýsir Taks.
1000 fólk fleiri fáa frítíðarløn í ár enn í fjør, og upphæddin er 20 milliónir krónur hægri.
Taks boðar frá, at frítíðarlønin verður goldin á somu kontu sum seinast, um móttakarin ikki hevur boðað frá øðrum.
Er eingin konta at flyta frítíðarlønina á, verður ein slippur sendur til tann, sum eigur lønina. Hetta er eitt útfyllingarskjal, ið kann latast peningastovni, sum síðan rindar frítíðarlønina út. Er skjalið ikki innlatið innan eitt ár, fellur peningurin til Frítíðargrunnin.