Tað stemmaði rættuliga hjá argjamonnum, tá ið 18. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni ídag.
Tað eydnaðist argjamonnum at vinna torføra uppgávu á útivølli, og tað gjørdist eyka kærkomið, tá ið næstu kappingneytin um uppflytingarpláss, TB, misti tvey stig á heimavølli ímóti eitt sindur sperda EB/Streymi.
Toppliðið, FS Suðuroy, megnaði fulla úrtøku í Sørvági, men tað gekk striltið at fáa mál, og tað var ikki fyrr enn í 2. hálvleiki, at John T. Poulsen og Palli Augustinussen skoraðu og harvið syrgdu fyri, at øll stigini fóru suður til Suðuroyar.
Útsetta grannauppgerðin á Vágseiði millum FC Suðuroy og TB verður mikukvøldið. Undan tí dystinum er FC Suðuroy greitt oddalið við 43 stigum, AB hevur 40 stig, og TB hevur 37 stig.
AB var í dag á útivølli á niðara vølli í Gundadali, og har eydnaðist tað at vinna 2-1 á FC Hoyvík. Milan Kuljic legði við frísparki AB framum, og dygst undan steðginum økti Ebbe Kristin Thomsen um munin til 2-0, tá ið hann eftir uppspæl í høgru og innlegg stýrdi bóltin í málið. Stutt undan leikloki minkaði Jan Laursen um munin við stútara, men 2-1 sigurin hjá argjamonnum var ongantíð í vanda.
Serliga kærkomin var AB sigurin, tí TB, sum AB kappast við um uppflytingina, ikki megnaði meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini. Teitur Justinussen legði TB á odda stutt undan hálvleiki, og Poul G. Olsen javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
Grannauppgerðin á Skála, har NSÍ vitjaði, var rættuliga hendingarík, og hóast NSÍ eina løtu var frammanfyri 3-1, so vóru gestirnir ivaleyst nøgdir, tá ið teir fóru yvir um aftur við einum stigi. Tá ið støðan var 3-2 til NSÍ, vórðu tveir hjá NSÍ riknir av vølli. Annar fyri at hava sæð gult tvær ferðir, og hin fyri beinleiðis reytt kort. Seks minuttir fyri leiklok tóktist tað sum um, at Skála skoraði sigursmálið, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, eydnaðist tað teimum níggju í NSÍ at javna til 4-4!
Í Leirvík endaði tað 1-1, tá ið HB vitjaði.
TB-EB/Streymur 1-1 (1-0)
1-0: Teitur Justinussen 41.
1-1: Poul G. Olsen 70.
Víkingur-HB 1-1 (0-0)
1-0: Per Gregersen 48.
1-1: Bogi Reinert Petersen 71.
Skála-NSÍ 4-4 (1-2)
0-1: Rógvi Højgaard 6.
1-1: Brian Jacobsen 34.
1-2: Rógvi Højgaard 36.
1-3: Andrias á Líknagøtu 53.
2-3: Jákup Johansen 56.
3-3: Ólavur Mikkelsen 76.
4-3: Hendrik á Fríðriksmørk 84.
4-4: Ari Ó. Ellingsgaard 90.+2.
Reytt kort: Arni Gregersen, NSÍ, 65. (2 gul), Magnus Pauli Sørensen, NSÍ, 75 (beinleiðis reytt)
FC Hoyvík-AB 1-2 (0-2)
0-1: Milan Kuljic 32.
0-2: Ebbe Kristin Thomsen 44.
1-2: Jan M. Laursen 89.
07 Vestur-FC Suðuroy 0-2 (0-0)
0-1: John T. Poulsen
0-2: Palli Augustinussen
Støðan
FC Suðuroy 43
AB 40
TB 37
NSÍ 29
Skála 28
Víkingur 22
FC Hoyvík 20
HB 18
EB/Streymur 16
07 Vestur 0
Næstu dystirnir
Mikudagin 23. august
FC Suðuroy-TB
Sunnudagin 28. august
AB-07 Vestur
HB-Skála
FC Suðuroy-NSÍ
TB-FC Hoyvík
EB/Streymur-Víkingur