Góður gamal GÍ geistur

Hugburðurin var góður og áræðið stórt, tá ið gøtumenn spældu og stríddu seg til øll stigini ímóti Skála, sum tað ikki stemmaði rættuliga hjá

Hóast tað er langt síðani gulltíðina í Gøtu, so standa minnini sólarklár um alt gullið og skreytið og um altjóða luttøkuna.

Tað eru framvegis tøk, sum skulu takast, áðrenn GÍ aftur verður heilt á toppinum, men tað er eyðsýnt, at tað gongur rætta vegin. Sunnudagin fóru gøtumenn av Skála við øllum stigunum. Hetta var sætta ferðin á rað, at GÍ hevði stig við sær av vøllinum, og nú eru teir gulu og bláu heilt tætt at fjórða plássinum.

Tað luktar av níti árunum í Gøtu, og tað er ikki uttan orsøk, at GÍ hevur havt undanvind seinastu vikurnar.

Miðvallargeneralurin og liðformaðurin, Sámal Joensen, situr skaddur uttanfyri, og tað sást væl á Skála, at hann er nógv saknaður. Men kortini gongur tað.

Hugburðurin er framúr. Viljin lýsir av spælarunum, sum arbeiða ein fyri allar og allir fyri ein. Á Skála vunnu teir flestu nærdystirnar, og serliga í 1. hálvleiki megnaðu teir at mynda fleiri væl spæld álop.

Símun Louis Jacobsen var sannur brandur á framrættaðum miðvallarplássi, og Pól Jóhannes Justinussen, sum fyrr í ár var vongverji og nú er rættiliga framrættaður í vinstra borði, hevur tyngd og brodd. Hann vísir stórt sjálvsálit, og hann hevur máltev. Um hann hesa ferð hevði havt marginalirnar á sínari síðu, so kundi hann havt skorað. Tvær ferðir, tá ið hann legði innfyri úr spískum, var um reppið, at bólturin fór í málið, og í somu støðum vóru viðspælarar tætt framvið. Í 2. hálvleiki smekkaði Pól Jóhannes til úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru, men bólturin fór uppum.

GÍ var rudduliga omaná í 1. hálvleiki, og tíggju minuttir undan steðginum skoraðu teir sigursmálið. Vinstri vongverjin, Hans Pauli Petersen, legði næstan av miðstrikuni í vinstru frísparksinnlegg í brotsteigin. Liðformaðurin Poul Ennigarð sneiddi bóltin ímóti málinum, Predrag Markovic, sum hesa ferð aftur var millum Skála stólparnar, hálvbjargaði, og miðverjin Niclas Niclasen var fyrstur á returinum.


Haltaði hjá heimaliðnum

Uppgerðin var ongantíð eftir treytunum hjá heimaliðnum. Skála trívst best við skjótum samanspæli fram eftir vøllinum, men hesa ferð vóru fyritreytirnar ikki góðar fyri hesum. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, og snillingurin í vinstru, Alexandur Johansen, vóru ikki við, og tað sást aftur.

Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen stríddust mitt fyri, men talan var um øðrvísi spæl og gongd, enn tað plagar at vera. Kaplanovic, sum hesa ferð var millum teir fyrstu ellivu á hangandi álopsplássi, er einki framrættað plettskot. Í fremstu ódnini arbeiddi Obi nógv og væl, men tað gjørdist ongantíð rættiliga vandamikið.

Eftir steðgin vórðu Bárður Danielsen og John Petersen settir á vøllin. Trýstið á GÍ verjuna øktist, og í einum føri stórbjargaði óføri Geza Turi eftir at Obi hevði roynt seg úr stuttari fjarstøðu. Nærri kom Skála ikki máli, og síðstu løtuna vóru gøtumenn onkra ferðina vandamiklir í skjótum mótálopum.