Árið í fjør royndist ógvuliga vánaligt hjá saksunarbóndanum, Jóhan Jógvanssyni, sum misti nógvan seyð. Í ár sær alt betri út, og útlit eru til eitt miðalár, nú skurðurin stendur fyri.
- Næst síðsti vetur var harður og gjørdi av við nógvar ær. Áseyðatalið var lutfalsliga lágt, tá várið kom, og sera vánaliga lembingarveðrið gjørdi enda á nógvum seyði.
Jóhan Jógvansson vísir á, at tá veturin hevði verið so harður, vóru ærnar nokso veikar, og burðurin var hareftir. Ærnar megnaðu ikki í nóg stóran mun at verja lombini, og hann misti eitt ótal av lombum.
- Ein dag mitt í lembingini í fjør gekk systir mín ein túr einar 800 metrar frá okkara húsum, og bara á hesum túri fann hon 11 deyð lomb. So, tað er greitt, at fellið kring um í haganum var ógvuliga stórt.
Jóhan Jógvansson sigur, at nú rakstur og fletting stunda til í ár, sær alt nógv betri út.
- Vit hava nokso nógvan ungan seyð, tí fellið var so stórt í fjør. Tí kunnu vit rokna við, at vit koma at fáa fleiri smærri lomb, men tey kunnu saktans vera góð, og tað vænti eg eisini, at tey verða.
Hann vísir á, at onkrar av tilkomnu ærnum ganga við tveimum lombum, men verður komandi vetur ikki ov harður, og lembingin til várs verður góð, kunnu vit vænta okkum fleiri tvílembur aftur næsta heyst.
- Útlitini til skurðin í heyst eru góð. Tá skerpingur er, sum vit sóu tíðliga í summar, kunnu ærnar missa mjólkina, men eg haldi ikki, at hetta sær út til at hava bilað, leggur hann aftrat.
Jóhan Jógvansson sigur, at teir tóku átta tilvildarlig lomb í samband við tiltakið Slakt, sum var í Tórsgøtu í Havn leygardagin, og hann heldur, at hesi lombini vóru rættiliga góð.
- Hetta var seyður úr neðra, men eg trúgvi, at seyðurin í haganum sum heild man fara at roynast. Í øllum førum kunnu vit rokna við, at hetta verður eitt miðal ár til skurð, sigur bóndin í Dúvugørðum.