Góvu liðunum karakter fyri fyrsta triðingin

(Rás2) Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen mannaðu fótbóltspanelið í dag, og góvu betrideildarliðunum karakter

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini, SportBoxin á Rás2 sum er fótbóltspanelið.

 

Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag, og í tí størra partinum, ið snúði seg um føroyskan fótbólt vóru trý ting á skránni:

 

1) Kappingin um løgmanssteypið, og møguleikarnir hjá AB, HB, B36 og Suðringum at vinna seg í finaluna.


2) Tróndur og Oddbjørn góvu teimum 10 liðunum í betrideildini hjá monnum karakter fyri avrikið tann fyrsta triðingin av kappingini. Nýttur var ein karakterskali sum gongur millum 1 og 10. 


3) Tróndur og Oddbjørn mettu um dystirnar í 10. umfari í betrideildini hjá monnum sum verða spældir sunnudagin:

 

Klokkan 15:

KÍ-NSÍ (Rás2 sigur frá dystinum)

AB-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)

07-Suðringar

Víkingur-HB

Klokkan 17.15:

B36-Skála (Rás2 sigur frá dystinum)