“Um tú kemur í bili ella jolle - hjá okkum fæst altíð ein góður bolle...” sigur Hans Olaf Johannesen brosandi.

Gaards Bakarí verður nú til pizzaria

Hin 17. september letur upp eitt pizzaria í bygninginum í Trongisvági, har Gaards Bakarí var. Hans Olaf Johannesen, sum eigur bygningin og leigar hølini út, eigur og rekur eisini einasta bakarí í allari Suðuroynni.

“Um tú kemur í bili ella jolle - hjá okkum fæst altíð ein góður bolle...” sigur Hans Olaf Johannesen brosandi.

 

 

“Um tú kemur í bili ella jolle - hjá okkum fæst altíð ein góður bolle...” 

 

Tað er bakaríið hjá Hans Olafi Johannesen á Tvøroyri, sum eigur hesi orðini, ið plaga at vera brúkt í lýsingum hjá bakarínum. Nú eigur og rekur hann einasta bakarí í allari Suðuroynni, men hann letur eisini bakstur av ymiskum slag til at kalla allar handlar í oynni. 

 

Tað var hin 1. januar í 2020, at Hans Olaf Johannesen yvirtók Gaards Bakakarí í Trongisvági, sum hevur verið rikið í tveimum ættarliðum og soleiðis hevði nógv ár á baki.

 

- Eg yvirtók bakaríið og stongdi tað. Nú 17. september letur upp eitt pizzaria í bygninginum í Trongisvági, har Gaards Bakarí var, og hetta er eitt leigumál hjá okkum. Vit hava ikki selt bygningin aftur, sigur hann.

 

Bakaríið hjá Hans Olafi Johannesen er vorðið eitt rímiliga stórt arbeiðspláss á Tvøroyri, og á lønarlistanum hjá honum eru nú 12 fólk.

 

- Vit eru nú fimm fólk sum baka, fýra eru knýtt at handlinum, og vit hava tvær vaskikonur og ein bilførara, sum koyrir baksturin út í oynni.

 

Hans Olaf Johannesen sigur, at tey hava havt rættiliga nógv at gera í summar, og tað er framvegis nógv at gera á bakarínum.

 

- Í summar hava rættiliga nógv fólk vitjað í Suðuroynni. Hetta eru í fyrsta lagi føroyingar, men her hava eisini verið nógv útlendsk ferðafólk.

 

Hans Olaf Johannesen letur væl at og sigur, at nógvar dagar í summar hevur tað næstan verið sum á ólavsøku á Tvøroyri, eins og nógv fólk hava verið kring um í Suðuroynni sum heild.

 

- Tað er stuttligt at síggja, at føroyingar eru farnir at ferðast meira í egnum landi, og tað er eisini stuttligt at síggja, at nógvir útlendingar leita sær í Suðuroynna at halda frí.  

 

Hóast skúlarnir eru byrjaðir aftur, síggjast framvegis bólkar við útlendskum ferðafólki á Tvøroyri.

 

- Føroyingar ferðast ikki bara til Suðuroyar um summarið, men eisini aðrar tíðir av árinum. Sjálvandi minkar virksemið, tá skúlarnir byrja aftur, men eg haldi ikki, at vit kunnu lata illa at, sigur Hans Olaf Johannesen, bakari.

 

##med2##

 

 

 

“Um tú kemur í bili ella jolle - hjá okkum fæst altíð ein góður bolle...” sigur Hans Olaf Johannesen brosandi.

Tað er her í Sjógøtu 14 á Tvøroyri, at stóra bakaríið hjá Hans Olafi Johannesen er.