Gaddafi – einaræðisharrin úr oyðimørkini

Leiðarin í Libya, Muammar al-Gaddafi, er hvørki forseti, forsætisráðharri ella generalur. Ístaðin fyri hevur hann valt sær onnur heiti. Eitt teirra er "Vegleiðari fyri teirri stóru 1. september-kollveltingini í tí libyska lýðveldinum". Men hann røkir øll tey vanligu ovastu embætini í einum landi og er tí einaræðisharri

Í Vesturheiminum er Mu­am­mar Gaddafi kanska best kendur sum tann einasti ríkis­leiðarin, sum hevur sítt egna tjald ella rættari sagt sína egnu tjaldlegu við sær, tá hann er á ferð utt­an­lands. Vanliga er hann mill­um luttakararnar á árliga aðal­fundinum hjá ST, og tá hevur hann sett tjaldleguna upp mitt í New York.
Libyski einaræðisharrin er lívsnjótari. Tá hann sein­ast var í Italia og vitjaði vin­mann­in Silvio Berlusconi, hevði hann fylt tjaldleguna við ungum ljóshærdum kvinn­um, sum ikki vóru í meiri klæð­um enn neyð­ugt. Tey, sum fylgdu við, vildu vera við, at kvinn­ur­nar høvdu fingið pengar frá Gaddafi aftur fyri at taka við islamsk­ari trúgv.
Mong munnu hava sæð, at Gaddafi ofta hevur eina prúða kvinnu undir liðini á sær, tá hann er á ferð. Skjøl hjá Wikileaks hava avdúk­að, at tann ljóshærda og bringu­stóra kvinnan er úr Ukraina, og at hon er sjúkra­røktar­frøðingur.

Við harðari hond
Tey, sum kenna Muammar Gaddafi, siga, at hann kann gott vera bæði hugnaligur og skemtiligur, men tann, sum setir seg upp ímóti honum, fær skjótt eina aðra mynd av manninum úr oyðimørkini.
Tí aftan fyri tann hugna­liga og skemtiliga gekka­skortin er ein einaræðisharri, sum stýrir sínum landi og fólki við beinharðari hond. Allir politiskir flokkar, sum ikki hava somu stevnuskrá sum einaræðisharrin sjálvur, eru bannaðir. Fleiri hundrað politiskir andstøðingar sita í fongsli, og fleiri teirra hava fingið deyðadóm. Píning er vanlig, og tað hendir meiri enn so, at fólk, sum hava eina aðra uppfatan enn leiðarin, hvørva.
– Teir flestu, sum høvdu sagt og gjørt sum Muammar Gaddafi, høvdu verið um­rødd­ir sum svikaligir og óstøð­ugir, men libyski leið­arin er ein samansettur per­­són­ur, sum hevur megn­að at varð­­veita valdið í 40 ár, stóð í ameri­konskum diplomatskjølum, sum Wiki­leaks hevur al­manna­kunn­gjørt.

Lívsseigur
Síðani Muammar Gaddafi tók valdið við eitt hernaðarkvett í 1969, hevur hann stýrt Libya við harðari hond. Í dag er landið eitt av teimum mest avbyrgdu í Afrika og í tí arabiska heiminum. Tá Omar Bongu, sum var einaræðisharri í Gabon, doyði fyri tveimum árum síð­ani, yvirtók Gaddafi heið­urin sum tann mest lívsseigi einaræðisharrin í Afrika, tí eingin hevur sitið við vald­ið so leingi sum hann. Í veru­leikanum eru tað fáir eina­ræðisharrar í søguni, sum hava sitið so leingi við valdið sum libyski leiðarin.
Men okkurt bendir á, at hansara dagar á teirri trúnuni fara at fækka. Mótmælis- og uppreistraraldan, sum tók seg upp Tunesia og legði seg inn yvir Egyptaland, skolar nú eisini inn yvir Libya og tess 6,5 milliónir íbúgvar.
Í Tunesia noyddist Zine al-Abedine Ben Ali at taka til rýmingar, og í hølunum á honum fór Hosni Mubarak úr Kairo. Spurningurin er, um Gaddafi verður tann næsti.

Oyðimarkarsonur
Muammar Gaddafi varð borin í heim millum nomadu­fólkið nær­hendis bý­num Sirte. Hann hevur ofta um­røtt seg sjálv­an sum oyði­markar­son, og tey, sum hava verið saman við honum, siga, at hann fram­vegis kennir seg sum ættar­leiðara úr Sahara-oyði­mørkini.
Gaddafi var heppin at fáa skúlagongd og fekk seinni útbúgving sum løg­frøð­ing­ur og bretska hernaðar­útbúgving. Í 1969 stóð hann á odda fyri einum hern­aðar­kvetti. Hann bleiv for­sætis­ráðharri, men tað heitið hóv­aði honum ikki, so í 1972 segði hann heitið frá sær, tí í hansara eygum er tað fólkið, sum stýrir Libya.
Einaræðisharrin úr oyði­mørkini hevði ein dreym um at gerast tann arabiski Che Guevara. Hann læt Libya upp fyri yvirgangsmonnum og skrivaði sína egnu "grønu bók", sum hevði ta "lítlu reyðu" hjá Mao sum fyri­mynd.
Hugsjónarliga var Gaddafi ein samanrenning av islam­ismu og kommunismu. Hann hevði ein dreym um eina stóra arabiska samgongu og royndi fleiri ferðir at fáa Egyptaland, Tunesia og Sýria­land at skipa eina tílíka samgongu saman við Libya, men til fánýtis.

Fíggindi
Sum nevnt hevði Mummar Gaddafi tætt samband við yvirgangsfelagsskapir, og tað gjørdi, at upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini gjørdist hann ein tann ringasti fíggindin hjá Vesturheiminum. Hann styðjaði fleiri yvirgangs­felags­skapir um allan heimin fíggjarliga, og millum annað var hann dyggur stuðul hjá tí illa gitna felagsskapinum Svarti September, sum leyp á ísraelsku ítróttarfólkini á olympisku leikunum í München í 1972 og myrdi fleiri teirra.
Gaddafi varð eisini sett­ur í samband við eina bumbu­atsókn at einum diskoteki í Berlin í 1986, har nógvir ameri­kanskir hermenn vóru inni. Tann mest umrødda yvirgangsatsóknin, sum verð­ur sett í samband við hans­ara navn, var upp undir jól í 1988, tá eitt amerikanskt ferða­mannaflogfar sprongdist uppi yvir skotsku bygdini Lockerbie.

Fingið góðkenning
Leikluturin hjá Libya og tess leiðara í altjóða yvir­gangi høvdu við sær, at um­heimurin og serliga USA setti eina røð av tiltøkum í verk ímóti landinum. Men í 1999 valdi Gaddafi at átaka sær ábyrgd av ymsum yvir­gangsatsóknum ímóti málum í Vesturheiminum og at rinda endurgjald, og tað gjørdi, at tey flestu tiltøkini ímóti Libya vórðu sett úr gildi.
Árini síðani hevur Gadda­fi fingið eitt slag av viður­kenning í Vestur­heiminum, og hesi árini hevur hann hitt fleiri av teimum fremstu ríkis- og stjórnarleiðarunum so sum Tony Blair, Nicolas Sarkozy, Barack Obama og Silvio Berlusconi, sum - kanska ikki so óvæntað - verður roknaður sum hansara besti vinur vestanfyri.
Tey seinastu árini hevur Muammar Gaddafi lagt seg eftir at fyrireika sonin Seif al-Islam al-Gaddafi til at taka við eftir seg. Men mótmælisfólkini í gøtunum í Benghazi, Tobruk, Tripoli og aðrastaðni kunnu leggja fót fyri ætlan hansara og noyða hann at fara aftan á Ben Ali og Mubarak, skrivar AFP.
-------

FAKTA
Ófriður í Libya
Aftan á kollveltingarnar í Tunesia og Egypta­landi breiddu mótmælini seg til Bahrain, Jemen, Jordan og Libya.
Ófriðurin í Libya hevur havt tað frávik frá hin­um lond­unum, at herurin hevur brúkt bæði skarp­skjúttar, flogfør og tyrlur ímóti mótmælisfólkinum. Fleiri hundrað eru deyð.
Obersturin Mummar Gaddafi hevur havt valdið í Libya síðani hernaðarkollveltingina í 1969. Hann sigur, at tað er fólkið, sum ræður, og tí hevur hann hvørki heiti sum forseti ella generalur.
Gaddafi hevur stýrt Libya við beinharðari hond, og øll andstøða verður kvald.
----------------

FAKTA
Muammar Gaddafi
Oberstur og leiðari í Libya.
Føddur í býnum Sirte i 1942.
Útbúgvin løgfrøðingur og heryvirmaður.
Tók valdið í Libya við einum hernaðarkvetti í 1969, setti kongsveldið úr gildi og skipaði Libyska Arabiska Lýðveldið.
Stýrislagið byggir á eina hugsjón, sum samantvinnar arabiska tjóðskaparkenslu og vælferðarsamfelagið við oljuinntøkum sum fíggjarligum grundvølli.
Gaddafi hevur styðjað yvirgagsfelagsskapir og frælsisrørslur kring allan heimin, men tey seinnu árini hevur hann broytt politikk og hevur fingið betri samband við Vesturheimin.