Viðurskiftini viðvíkjandi gongd í bø og haga mugu fáast í ein skipaðan leist. Leisturin má taka atlit til trygd, náttúrurøkt, rættin hjá føroyingum at njóta upplivingar í egnum landi, landbúnaðarvinnuna og ferðavinnuna. Hetta er ein avbjóðing, men hon skal loysast, tí verandi støða er ikki haldfør fyri nakran. Eg vil koma við mínum íkasti og geva eitt boð uppá, hvussu karmarnir kunnu skipast.
Bygdagøtunetið skal útbyggjast
Ferðandi kunnu ikki sleppa at ganga sum best ber til í Føroyum. Tað er hvørki skynsamt fyri trygdina, náttúruna ella vinnuna. Men stóru náttúruperlurnar í Føroyum eru upplivingartilboð, ið eiga at standa ferðandi í boði. Tí eiga vit útbyggja bygdagøtunetið við fleiri gøtum. Vit skulu fara frá bygdagøtunetinum til upplivingargøtunetið.
Ferðagjald tá ferðandi koma inn í landi
At kortleggja fleiri upplivingargøtur á tryggan hátt krevur viðlíkahald og umsjón við gøtunum. Kostnaður fyri hetta eigur at verða tikin frá ferðafólki sum gjald, tá ið tey koma inn í land okkara. Peningur skal síðani brúkast til røkt av gøtuskipanini, og eru tað staðkend fólk, og helst eigarin av lendinum, har gøtan gongur, sum skal fáa tilboðið um hetta arbeiðið. Serlig atlit eiga at vera tikin á summum upplivingargøtum, eitt nú um tær liggja á vandaleið ella í serligum náttúruviðbreknum umhvørvi. Tá kann t.d. eitt krav um staðkendan ferðaleiðara verða sett.
Mark millum føroyingar og ferðafólk
Spurningurin um, hvør er ferðafólk, er áhugaverdur í slíkum føri. Vit skulu hava eina breiða áseting um heiti ferðandi føroyingar í hesum føri. Fólk uppvaksin her heima og lesandi eiga at koma undir heiti føroyingur á ferð og eiga ikki at fáa álagt slíkt gjald, eins væl og føroyingar á ferð, búsitandi í Føroyum, eiga at vera undantikin slíkum gjaldi. Gjaldið skal leggjast á tey, sum vitja land okkara sum ferðavinnuland.
Bøndur rætt at nokta
Við einum vælútbygdum upplivingargøtuneti kunnu ferðandi fáa góðar upplivingar í Føroyum við skipaðum leisti. Vilja ferðandi uppliva nakað, ið er meiri serstakt í náttúru okkara, eiga tey at seta seg í samband við bóndan, sum so kann bjóða teimum eitt upplivilsi á sínum lendi. Antin sjálvur ella í samskipan við ferðavinnufeløg. Bóndin má eiga avgera rættin í hesum føri. Tað er ikki rætt, at ferðavinnustovur skaffa sær inntøku í lendi hjá bóndum uttan bóndans samtykki. Bóndin skal hava rætt at nokta.
Føroyingar, sum ferðast í egnum landi
Er talan um ferð, har ferðavinnufeløg taka kostnað fyri ferðina, eigur lendiseigarin at fáa inntøku av ferðini.
Føroyingar, sum sjálvir njóta land okkara, eiga at boða bóndum frá, tá ið farið verður frá húsum. Hesa virðing skal ein hava fyri vinnuni og fólki, sum virkar á staðnum. Bóndin eigur tá eisini rættin at nokta við rímiligum grundgevingum. Rímuligar grundgevingar kunnu vera, at í harutíðini er hagin seldur harumonnum, og er tað tí ikki trygt fyri onnur ferðandi at ferðast í haganum. Í lembing eru møgulig økir í haganum, har seyðurin má fáa frið. Á rakstri ber ikki til at fólk koma í vegin fyri gonguni o.s.fr. Talan um tveir áhugabólkar, føroyingar á ferð í egnum landi og bóndur, ið virka á staðnum. Tað jaliga í hesum føri er, at vit hava við óskrivaðum reglum funnið útav hesum viðurskiftum í áratíggjur. Í høvuðsheitum kunnu vit gera eina nøktandi skipan hesum viðvíkjandi við at byggja á ta virðuligu siðvenju, flest okkara hava brúkt.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin