Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at roknast kundi við, at Galaxy fór at avlýsa túrar í dag vegna veður.
Síðani komu boð um, at fyrstu túrarnir hjá avloysaraskipinum um Suðuroyarfjørð vóru avlýstir, og at nærri boð komu, hvussu bleiv við sigling restina av degnum í dag.
Nú boðar SSL frá, at grikska ferjan Galaxy avlýsir allar túrar um Suðuroyarfjørð í dag-
Á ssl.fo stendur nú soleiðis:
Fyri veður eru allar fráferðir avlýstar á leið 7 í dag, hósdag 18. septembur.