Bjargingarbáturin er bygdur í 1973 og varð vrakaður áðrenn gamla Norrøna varð seld av landinum. Sum bjargingarbátur tók hann heili 37 fólk.
Jan Jacobsen keypti bátin í november 2005 og hevur síðani tá arbeitt við at gera bátin um til fiskifar.
Eg havi keypt mær ein gamlan føroyskan bát, sum eg taki motor, pumpu, róður og annað úr og seti inn í hendan bátin, sigur Jan.
Hann er sjómaður og arbeiðir sum stýrimaður í reiðarínum ESvagt. Tað inniber, at hann er burtur ein mánað og heima ein mánað. Mánaðin hann er heima brúkar hann nógva tíð upp á bátin.
Hetta er eitt útmerkað frítíðarítriv hjá einum sjómanni, sigur Jan. Inni í garaguni hevur hann teknað eina mynd av, hvussu báturin skal síggja út, tá hann verður liðugur.
Eg ætli mær at behalda uppruna litin, sum er reyður, sigur hann.
Á síðuni á bátinum stendur tað við svørtum litum »Norrøna, Tórshavn«, hetta verður skift út við »Elsa«, tá báturin er liðugur. Tað er navnið á yngstu dóttur Jan.
Hann hevur júst nú fingið húsið upp á bátin og vónar at fáa hann á sjógv næsta ár.
Eg fari nokk at brúka hann mest sum fiskibát og til stimitúrar út eftir Sørvágsfirði, sigur hann at enda.