Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur slakari nú, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Sagt verður, at tveir djúpvatnstolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og nakað av svartkalva og blálongu.
- Teir koma helst báðir inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Fýra av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Helst koma allir inn at landa síðst í næstu viku.
- Garnaskipini hava misjavnan fiskiskap, og tey koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












