Gasa er 10 km av myrdum smábørnum

Skjótt eru næstan 20.000 børn dripin av ísraelskum álopum í Gasa.

Legði tú sakleysu kroppar teirra undir liðina á hvørjum øðrum, skuldi tú gingið 10 km, áðrenn tú fekst sagt tí seinasta barninum farvæl.

 

Ísrael ætlar sær nú permanent at hertaka ein stóran part av Gasa, reka fólkini burtur ella drepa tey. Fráboðanin kemur omaná tveir mánaðir, har Ísrael hevur forðað øllum mati, vatni og heilivági at koma inn í Gasageiran. Hundratúsundtals kunnu doyggja av vatntroti, hungri ella banalum infektiónum.

 

Hetta er ikki bert ein ”neyv hernaðarlig operatión” fyri at niðurberja Hamas og fáa gíslarnar aftur. Hetta er eitt krígg á eitt heilt fólkaslag. Hetta er eitt kríggj á smáu magasekkirnar hjá rakføddum pinkubørnum, eitt bakteriukríggj á medisinleys hospital.

 

Hetta eru tær 335 patrónirnar, sum raktu bilin, har 5 ára gamla Hind sat einsamøll við síni deyðu familju og ringdi eftir hjálp. Hetta er hermaðurin, sum skjýtur aftur og aftur og aftur eftir tí, sum ikki kann verja seg.

 

Kollektivi straffurin fyri tað, sum nakrir villir fundamentalistar hava gjørt.

 

Hetta er tað, vit áttu at tosað um í Føroyum. Og tað, sum landsstýrið – sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi - áttu at fordømt. Men í staðin tosa vit um tað, sum er rundanum. Eitt stolið flagg í Finsen. Hvat hvør hevur sagt, heldur enn hvat tað er, sum hendir, og hví tey, sum hava nógv at skula sagt, einki siga.

 

Vit eiga at spyrja, hví vit tiga. Vit eiga at spyrja, tí vit hava sæð myndina av vietnamesisku napalmgentuni í minsta lagi 20.000 ferðir í Gasa.

 

Vit hava sæð 20.000 barnalív endað soleiðis, sum tað hjá 5-ára gomlu Hind endaði.

 

Og uttan mun til, hvar tramin Hamas goymir ella ikki goymir seg, so er tað ísraelska verjan, sum drepur eitt barn, tá tað er ísraelska verjan, sum letur skotini av. Tað er Ísrael, sum trýstir á knappin.

 

Mann má geva Hamas skyldina fyri tað, sum Hamas hevur skyldina av. Men mann má eisini geva Ísrael skyldina fyri tað, sum Ísrael ber ábyrgd fyri. Tá 3.000 lastbilar við akuttari neyðhjálp nú í meira enn 2 mánaðir ikki eru slopnir inn um markið at lata neyðhjálpina til tey neyðstøddu, so er tað tí, at Ísrael ikki loyvir teimum.

 

Tá 140 børn vórðu myrd í einum ísraelskum náttarálopi fyri einum mánaði síðani, so er tað Ísrael, sum trýstir á knappin.

 

Og tá 15 neyðhjálparfólk í neyðhjálparklæðum og blinkandi ambulansum verða skotin til deyðis, so er tað Ísrael, sum sendir patrónirnar avstað. Akkurát sum tey gjørdu móti einsamøllu Hind í bilinum.

 

Tá ísraelskir búsetarar regluliga lata nýggjar búsetingar upp á vestara áarbakka og ríva niður palestinensisk heim, so er tað tí, at Ísrael stuðlar og eggjar teimum.

 

Og tí at vesturheimurin loyvir tí.

 

Tí Ísrael er okkara forpostur, fólkaræðið millum diktaturini og ljósið í myrkrinum, verður sagt.

 

Eg veit ikki, um eg nakrantið havi sæð eitt ljós sløkkja so nógv onnur. Ella eitt fólkaræði, har ávís fólk hava so lítið virði.

 

Men tað, sum Ísrael ger nú, er bert ein intensiverað útgáva av tí, Ísrael altíð hevur gjørt. At stjala land frá øðrum. At misshandla eitt fólkaslag. Og at kríggjast móti børnum.

 

Skjótt hava vit vant okkum við tað.

 

Men vissi tú umboðar ein politiskan flokk, heit so á leiðsluna um at taka blaðið frá munninum.

 

Vissi tú ert prestur, sig okkurt um tað í kirkjuni.

 

Vissi tú eigur smá børn. Klemma tey.

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

 

##med2##