Johan Mortensen, Valevni Tjóðveldið
----
Guðrun & Guðrun er eitt brand. Eyðvør Pállsdóttir er eitt brand. KOKS er eitt brand. Leif Sørensen er eitt brand. Vit eru errin av teimum, tey hava stóran týdning fyri okkara samleika, og vit halda at er tu fyrst vorðin eitt brand so gongur tað strúkandi hjá viðkomandi.
Vit taka tað eisini sum eina sjálvfylgju at vit kunnu eta á Nantong, Hotel Hafnia, Carello, Áarstovu, Kaffihúsinum, Etika, Baresso, Café Natúr, Burger King, Toscana, Marco Polo, Hvonn , fara niðan á KOKS til ein gastronomiskan bita, til jólaborðhald á Hotel Føroyum og Dansifrøði og inn í Garðin, Cirkus, Rex, Glitnir osfrs.
Men aftanfyri hesi brands og støð sum fjálga um okkara gerandisdag og náttarlív er harði, búskaparligi veruleikin ! Tað er ikki bara sum at siga tað at dríva hesa vinnu við avlopi. Tað krevst nógv arbeiði og langir arbeiðsdagar at fáa tað at mala runt og tað verður ONKI gjørt fyri at lætta um hóast øll tosa um stóra týdningin av gastronomi og matstovuvirksemi í sambandi við ferðamannavinnu og – skjótt ! – okkara oljuvinnu. Tað verður tosað fyri deyvum oyrum í Vinnumálaráðnum um hesi viðurskifti.
Eg kann nevna at td., lægri MVG til hesi støð og lægri MVG á rávørurnar vildi hjálpt sera nógv. Matstovuvinnurnar í Stockholmi og Reykjavik fóru at blóma tá MVG varð læðkað. Eisni skulu dansistøðini sjálvi avgera hvussu leingi tey vilja hava opið. Afturlatingarlógin skal endurskoðast beinanvegin.
Tað eru umleið 500 fólk sum heilt og partvíst starvast í hesari vinnu. Við okkara rávørum og dugnaligum starvsfólkum kunnu vit koma langt saman. Eg vil gera hvat eg kann fyri at hæðka gastronomiska støði og fíggjarligu úrtøkuna hjá hesari vinnu í Havn. Eisini er stórur tørvur á kokka og tænaraskúla og vóni eg Tekniski Skúlin við vælvild fer at hyggja at hesum.
Brands skulu røkjast fyri at yvirliva !