Gekkavinnarar: - Vit eru so glað

Beinta Sørensen sigur, at nógv hava ringt og skrivað og fegnast saman við teimum um góða vinningin í gekkaspælinum í kvøld.

- Tað tykist eitt sindur óveruligt at hava vunnið ein so dýran og flottan bil, sigur Beinta Sørensen.

Tað var Beinta Sørensen í Hoyvík, sum í kvøld tryggjaði Antoni Egholm ein spildurnýggjan Volvo C40, sum hevur eitt virði av 419.000 krónum. 

 

- Vit eru ordiliga glað, og Anton er eisini ógvuliga glaður fyri vinningin. Hetta tykist eitt sindur óveruligt knappliga at hava vunnið ein so dýran og flottan bil.

 

Beinta Sørensen sigur við In.fo í kvøld, at tey eiga ein góðan bil sum er. Spurningurin er so, um tey fara at selja annan bilin ella bara hava báðar.

 

- Vit bæði hava koyrikort og kunnu tískil brúka báðar bilarnar. Tað er eisini ein dóttir, sum kann hava brúk fyri bili. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur hon.

 

Hon sigur, at nógv fólk, familja, vinir og kenningar, hava bæði ringt og skrivað í kvøld.

 

- Tað er stuttligt at uppliva, at so mong fegnast saman við okkum um góða vinningin, sigur Beinta Sørensen í Hoyvík í kvøld.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Tað tykist eitt sindur óveruligt at hava vunnið ein so dýran og flottan bil, sigur Beinta Sørensen.