Gera 35 kilometra langa ringrás um Havnina

Tórshavnar Býráð hevur nú sett sjøtul á eina rættiliga sermerkta verkætlan, og tað er at gera eina ringrás runt um alla Havnina.

 

Býráðið hevur nevniliga einmælt samtykt at fara undir ætlanina og at játta eina millión til at seta sjøtul á. Men tey eru eisini greið yvir, at hetta er ein ætlan, tað fer at taka nøkur ár at fremja. Fyrsta takið verður at fyrireika verkætlanina, eisini at fara í samráðingar við avvarðandi myndugleikar, og tey, sum eiga jørðina.

 

Talan verður um eina 35 kilometra langa ringrás við gøtum og vegum runt um allan býin og endamálið er at leiða borgaran og ferðafólk út í náttúruna, umframt at skapa søguligar og mentanarligar upplivingar á leiðini, sigur býráðið. Endamálið er eisini at verja náttúruna við at leiða fólk ávísar leiðir, heldur enn at tey ganga sum best ber til.

 

Ringrásin lagar seg lendið, og har tað ber til, fylgir tað verandi vegum og gøtum, sum tilsamans eru 25 kilometrar av ringrásini. Ein partur av hesum verður at leggja eina gøtu fram við strondini Yviri við Strond, heilt av Skansanum niðan á Boðanes.