Gera upptøkur í Føroyum

Maria Ellingssen er komin úr Íslandi til Føroya at gera nakar upptøkur til eina ílsenska sjónvarpsrøð

Hæ Gosi er navnið á einm íslendskum kortspæli, og tað er eisini heitið á eini sjónvarpsrøð, sum verður at síggja í Íslandi og væntandi eisini í Føroyum í heyst.
Røðin verður í tveimum pørtum, og mánadagin kom eitt stórt lið av sjónvarpsfólkum úr Íslandi tl Føroya at gera upptøkur.
Upptøkurnar í Føroyum verða um eina føroyska hárfríðkanarkvinnu, sum hevur búð í Íslandi í áravís, men skilir seg frá manninum og fr aftur til Føroya.
Maðurin kemur við pápa sínum til Føroya at finna kvinnuna. Søgan um familjuna er, at pápin hevur verið giftur í 40 ár, kemur hann út úr skápinum sum samkyndur, tá ið konan er deyð. Tað er ikki so lætt hjá synunum at góðtaka, at mamman, sum er deyð, verður skift út við ein mann.
Meira vil Maria Ellingssen, sum er av føroyskari ætt og er leikstjóri, ikki siga enn um sjónvarsrøð sína.