Gerhard spyr um CTD

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú fingið sín fyrsta fyrispurning í Løgtinginum. Floksfelagin, Gerhard Lognberg spyr um sjúkuna CTD. Í viðmerkingunum skrivar Gerhard Lognberg, at CTD er ein arvalig sjúka, sum serliga hevur rakt Sandoynna meint, har fleiri fólk ung fólk eru deyð. Hann leggur afturat, at eftir hansara tykki skulu øll verða kannað fyri hesa sjúku.

Sandoyartingmaðurin skrivar, at tað verður mett, at 200 føroyingar eru berarar, og at eru bæði foreldrini berarar, er 25 % møguleiki fyri at børn teirra fáa sjúkuna.

Nú vil Gerhard Lognberg hava Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, at greiða Løgtinginum frá teimum ymisku tilmælunum, sum hann hevur fingið um sjúkuna CTD frá ávikavist Donskum og Føroyskum myndugleikum. Í ørðum lagi spyr hann, hvørji tiltøk landstyrismaðurin fer at taka, og hvørji tiltøk landstyrismaðurin ætlar at seta í verk, og hvat tey fara at kosta.