Gerster heldur fram í Vestmanna

Henrik Gerster heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði VÍFs.

Henrik Gerster heldur fram sum høvuðsvenjari hjá mansliðnum í VÍF. Hesum váttar hann sjálvur fyri in.fo. Sáttmálin, sum er galdandi fyri komandi kappingarár, varð undirskrivaður fyri góðum trimum vikum síðani.


Tað var á vetri 2012, at Henrik Gerster tók við sum hjálparvenjari hjá Jan Ottosen. Henrik Gerster varð settur sum høvuðsvenjari eitt ár seinni, tá ið Jan Ottosen varð sagdur úr starvi. Henrik Gerster hevur eitt skifti eisini virkað sum fyribils venjari hjá VÍF-kvinnunum.

 

VÍF vann silvur í landskappingini í ár eftir tepurt tap ímóti KÍF í FM-finalunum. Hin fyrra endaði við javnleiki 26-26, meðan KÍF vann ta seinnu 27-26.