Gevur bonus at arbeiða hjá Bónus

Í tíðarskeiðnum 13. mai-8. desember 2003 áttu fimm av starvsfólkunum á Bónus á Glyvrum hvør sítt barn.

Í handlinum eru í dag tilsamans átta starvsfólk. Eitt tíðarskeið í fjør vóru sjey fólk til arbeiðis, harav fimm vóru við barn, sigur Fríðbjørg Ljósá, sum er leiðari á Bónus á Glyvrum.

Bónus mammur við børnum: f.v. Mariann Rasmussen við soninum Dávid R. Rasmussen, f. 13. mai 2003, Kristina N. Hansen við soninum Filip N. Hansen, f. 14. juli 2003, Eyðbritt Petersen við soninum Sverra Danielsen, f. 31. august 2003, Jannie Olsen við dóttrini Randi D. Olsen, f. 20. november 2003, og Andrea Johansen við soninum Martin Johansen, f. 8. desember 2003

Mynd: Jens Kristian Vang