Víkingur kunngjørdi um vikuskiftið, at felagið hevur longt sáttmálan við Geza Dávid Turi. 22 ára gamli miðvallarin bíðar enn eftir at fáa føroyskt pass, og bíðar tí við at fara av landinum at spæla fótbólt.
Undanfarni sáttmálin gekk fram til kappingarenda í ár og søgan sigur, at feløg sum KÍ, HB og B36 øll spurdu seg fyri hjá ungarska miðvallaranum, sum í framtíðini vónar at spæla fyri Føroyar.
Men um vikuskiftið fekk gjørdu Víkingur og Geza Dávid Turi av at leingja sáttmálan við tveimum árum. Víkingur hevur ikki staðið í vegin fyri Noah Mneney og Gunnari Vatnhamar, tá teir skiftu fyri kappingarbyrjan í ár. Tí er hugsandi, at Víkingur og Geza Dávid Turi hava okkurt slag av avtalu um ein framtíðarskifti til útlandið.
Víkingur bleiv nummar tvey í landskappingini í ár og skal spæla í Evropa komandi kappingarár.