Gjørdi seg kynsliga inn á sovandi kvinnur

Ein maður skal nú í rættin, har hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær kvinnur, sum vóru so illa fyri, at tær vóru ikki førar fyri at verja seg

Ein ungur maður skal nú í rættin, har hann er ákærdur fyri í tveimum førum at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær kvinnur, sum vóru so illa fyri, at tær vóru ikki førar fyri at verja seg.

Í hesum sambandi er hann ákærdur fyri at hava skaffa sær samlegu við tvær kvinnur, sum lógu og svóvu og tí ikki fingu vart seg, sigur Linda Margrethe Hesselberg ákæri.

Báðar hendingarnar fóru fram í Klaksvík of fyrru ferðina var síðsta summar og aðru ferðina var nú í vár.

Løgreglan fekk frænir av hendingini, tá ið ein maður varð meldaður fyri at havt samlegu við eina kvinnu, sum var so lin, at lá og svav og sostatt ikki var før fyri at verja seg.

Tilburðurin fór fram eftir eitt morgunball.

Málið var umrøtt í fjølmiðlunum og eftir tað gjørdi eisini ein ung genta vart við seg og boðaði frá, at hon hevði verið úti fyri tí sama, eisini frá sama manni.

Seinni varð ein maður í tjúgunum tikin til avhoyringar, men hann noktaði seg sekan.

Síðani hevur løgreglan kannað málið og nú er tað so gjørt av at reisa ákæru í báðum førunum.

Maðurin er í fyrra lagi ákærdur fyri í tveimum førum at hava skaffa sær samlegu við kvinnur, sum vóru so móðar og so ávirkaðar av rúsdrekka, at tær ikki vóru førar fyri at verja seg.

Ì hesum føri lógu báðar kvinnurnar og svóvu, tá ið tær vóru fyri áganginum.

Í øðrum lagi er hann ákærdur fyri annan kynsligan ágang ímóti kvinnunum.

Harðasta revsing fyri slíkt lógarbrot er fongsul í fýra ár.

Linda Margrethe Hesselberg sigur, at maðurin játtar, at hann hevði samlegu við kvinnurnar, men hann tvíheldur um, at hetta var salvboðið. Sostatt noktar hann fyri, at hetta skal vera hent ímeðan tær vóru í eini slíkari støðu, at tær ikki fingu vart seg.


Maðurin er í fyrra lagi ákærdur fyri at hava brotið grein 218, stk 2 í revsilógini og hon sigur: Den, der skaffer sig samleje uden for ægteskab med en person, der befinder sig i en tilstand, i hvilken den pågældende er ude af stand til at modsætte sig handlingen, straffes med fængsel indtil 4 år.

Í øðrum lagi er hann ákærdur eftir grein 224, sum sigur, at. Bestemmelserne .......finder tilsvarende anvendelse med hensyn til anden kønslig omgængelse end samleje